Samskiftisskjátta til tænastuveitarar

Eitt samanhangandi samskifti um Samleikan og Vangan gevur brúkarum eina lætta og greiða uppliving, ið teir kenna aftur, tá ið teir ferðast á talgildum tænastum.

Sum tænastuveitari kanst tú brúka búmerki og snið hjá Samleikanum og Vanganum á egnari heimasíðu og øðrum kunningartilfari. Hetta er við til at skapa álit, og at brúkarar kenna loysnirnar aftur.

Á leinkinum niðanfyri finnur tú samskiftisskjáttuna, har dømir eru, sum kunnu brúkast til íblástur og vegleiðing til samskifti. Her er eisini eitt úrval av myndum, ið kunnu brúkast, tá ið tænastuveitarar kunnu brúka í sínum samskifti. Eisini búmerkini hjá Vanganum og Samleikanum saman við farvukotunum til sniðhondbókina.

Far til samskiftisskjáttuna

Samskiftisskjátta

Um tú hevur spurningar um, hvussu tú brúkar samskiftiskjáttuna, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar á talgildu@talgildu.fo

Share