Almennakunngeringar

Meginreglur fyri talgilding

Eins og í heildarætlanini 2016 - 2020 er arbeiðið í heildarætlanini grundað á meginreglur, sum eru afturvendandi í øllum átøkum og verkætlanum, sum verða mentar og settar í verk. 
Endamálið er at leggja lunnar undir skilagóðar mannagongdir sum tryggja, at øll átøk og allar verkætlanir stuðla undir felags máli fyri talgilding av samfelagnum. Meginreglurnar tryggja eina samanhangandi og skynsama talgilding, sum gagnar bæði borgarum og samfelagnum sum heild.

Talgilding skal byggja á álit, gjøgnumskygni og virðing fyri føroyska samfelagnum. 
Hesar meginreglur eiga sostatt eisini at síggjast sum góður siður, tá arbeitt verður við samfelagstýðandi kt-verkætlanum. Eisini tær, sum ikki eru partur av Talgildu Føroyum.

  • Meginregla Talgilding fyri øll

    Talgilding hevur broytt okkara gerandisdag. Samstundis sum fleiri og fleiri tænastur gerast talgildar, setast nýggj krøv til borgarar um loysnir, trygd og førleikar. Tað, sum er lætt fyri nøkur, er torført fyri onnur. Talgildar loysnir skulu mennast soleiðis, at allir borgarar kunnu vera við og lúka krøvum um talgilda atkomu.
    Førleikamenning innan kt verður raðfest, og serlig frálæra og vegleiðing verður bjóðað teimum, ið hava tørv á tí. Harumframt verður miðað eftir at brúka nýggja tøkni innan vitlíki og tólmenni, at veita góða tænastu á ymiskum málum og til ymiskan tørv.

  • Meginregla Dátuetikkur

    Dátuetikkur snýr seg um, hvussu vit savna, brúka og deila dátur við virðing fyri siðum og  fyri einstaklinginum. Fyri at røkka fyrimunum, sum fáast við nýtslu av dátum, skulu etiskir spurningar viðgerast, áðrenn skipanir verða mentar. Vit skulu taka hædd fyri rættindum, rættartrygd og samfelagsvirðunum hjá borgarum.

  • Meginregla Borgarin í miðdepilin

    Almennir myndugleikar skulu samstarva um menningina av talgildum tænastum. Borgarin skal vera í miðdeplinum av talgildu vælferðini. Tað skal vera minni súluhugsan og meira borgarahugsan.

  • Meginregla Vit samstarva og deila vitan

    Tá ið vit talgilda, tryggja vit, at okkara vitan og loysnir verða brúktar og endurnýttar tvørtur um geirar. Skipanir og funkur skulu endurnýtast og ikki enduruppfinnast. Vit eggja til at deila vitan og førleikar, so vit kunnu síggja nýggjar møguleikar og loysa samfelagsavbjóðingar í felag.

  • Meginregla Upplýsingar skulu bara latast eina ferð

    Myndugleikar skulu við samtykki kunna brúka upplýsingar, sum longu finnast í øðrum almennum skráum. Myndugleikar skulu, umvegis Heldina, brúka dátur úr kelduskráum, heldur enn at byggja egnar skráir, m.a. brúka dátur úr fólkayvirlitinum um tørvur er á upplýsingar um borgarar. Hetta hækkar um dátugóðskuna og minkar um umsiting av skráum. Vit skulu fylgja sokallaða Once Only Principle.

  • Meginregla Lóggáva hugsast í talgilding

    Raðfest verður at tryggja, at nýggj lóggáva er búgvin til talgilda samfelagið og stuðlar undir einum effektivum og brúkaravinarligum gerandisdegi. Lóggáva skal stuðla undir talgildingina, og at kt-verkætlanir lúka lógarinnar krøv. Hetta er við til at styrkja rættartrygdina í talgilda samfelagnum og tryggja, at lóggávan samsvarar við tøkni og framtíðar tørv.

  • Meginregla Greining og máting av nyttu

    Allar verkætlanir eiga at verða grundaðar á eina nyttugreining, áðrenn tær verða settar í verk, og mátingar av nyttuni eiga at verða gjørdar regluliga, eftir at verkætlanirnar eru settar í verk. Við skipaðum greiningum og mátingum tryggja vit, at átøkini skapa veruligt virði fyri borgarar, vinnu og samfelag. Greiningarnar eru grundarlag fyri at taka støðu til, um verkætlan skal setast í gongd, meðan mátingarnar staðfesta, hvør nyttan er, og um langtíðarhaldførið verður styrkt. Harumframt eru nyttumátingar ein lykil til læru og menning, so loysnirnar støðugt verða lagaðar eftir veruligum tørvi og broyttum umstøðum.

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.