Vitlíki 2

Átøkini í heildarætlanini

Fyri at tryggja, at vit røkka okkara málum, er heildarætlanin skipað í tríggjar yvirskipaðar visjónir. Hvør visjón fevnir um ein hóp av átøkum, sum skulu flyta Føroyar framá innan talgilding.

Við átøkunum skapa vit ein smidligari gerandisdag fyri borgarar, vinnu og almenna geiran.

  • Átak Myndugleiki fyri talgilding setast á stovn

    Landsstýrið hevur sett sjøtul á at skipa myndugleika fyri talgilding, sum verður staðfestur í rundskrivi og kemur at fevna um virksemið hjá landinum. Myndugleikin fær til uppgávu at menna og reka felags talgilda undirstøðukervið hjá landinum, standa fyri at orða heildarætlanir og politikkir fyri talgilding, seta krøv til kt-verkætlanir og -loysnir, veita ráð og vegleiðing til stovnar í sambandi við kt-verkætlanir og -loysnir og hava heimild at standa fyri samskifti og samstarvi við kommunur og vinnu um viðurskifti, sum ganga tvørturum geirar.
    Sum part av arbeiðinum við nýggjum myndugleika fyri talgilding hevur Landsstýrið sett sær sum mál at broyta játtanarskipanina soleiðis, at stovnar kunnu avskriva kt-íløgur, og at kanna nærri, um tað er skilagott við einum føstum íløgukarmi fyri talgilding. Ein íløgukarmur, har stovnar við støði í nyttugreiningum kunnu søkja um pengar til menning av kt-loysnum.

  • Átak Vangin 2.0 - nýhugsan og útbreiðsla

    Góðar brúkaraupplivingar gera tað lættari hjá borgarum og vinnu at brúka talgildar sjálvgreiðslur. Tað er eisini týðandi, at loysnirnar lúka krøv um fyrisiting, atkomu og trygd. Vangin hevur seinastu árini ment eitt stórt úrval av hentum tænastum, sum almennir stovnar og kommunur kunnu gera gagn av. Hesar eru m.a. kalendarin, felags brúkaraskrá og hópboð. Hesar tænastur skulu breiðast meira út millum tænastuveitararnar, so borgarin fær enn størri gagn av teimum.
    Tænastulendið hjá landi og kommunum skal allýsast og greinast. Út frá lívsstøðum og innliti í tørvin hjá borgarunum skulu fleiri brúkaravinarligar tænastur mennast, ið eru lættar at skilja, og arbeitt skal verða tvørtur um stovnar og geirar. Við nýtslu av vitlíki skulu borgarar kunna seta fyrispurningar um persónsmál, har svarið verður framleitt úr dátum, ið vit hava fult tamarhald á. Hetta kunnu vera lógartekstir, vegleiðingar og verklýsingar. Hetta tryggjar, at svarini eru álítandi og nágreinilig. Borgarin skal kenna seg tryggan við krøv og rættindi, og hevur hann tørv á hjálp, skal hann lætt vita, hvar hann kann venda sær. 
    Slíkar loysnir við vitlíki kunnu eisini brúkast til at veita tænastur á øðrum málum enn føroyskum. Stóra tilflytingin seinastu árini hevur havt við sær, at nógvir útlendingar brúka talgildu tænasturnar. Tí er tað týdningarmikið, at tænasturnar eru atkomuligar og brúkaravinarligar fyri øll.
    Alsamt fleiri persónligar upplýsingar skulu gerast tøkar fyri borgaran. Tænastur grundaðar á samtykki skulu gera tað lættari hjá borgaranum at avgreiða síni viðurskifti við fleiri tænastuveitarar í somu brúkaraferð, t.d. sjúkudagpeningur, har borgari, lækni, arbeiðs-gevari og Almannaverkið eru partar av somu brúkaraferð. 
    Vit skulu kunna hjálpa hvørjum øðrum á Vanganum á sama hátt, sum vit gera í øðrum lívsstøðum. Talgilda fulltrúin skal mennast víðari, so enn fleiri fáa gagn av at fáa hjálp frá avvarðandi talgilt. Talgildar fulltrúir hjá ymsum tænastuveitarum skulu savnast á einum felags yvirliti, so borgarin skjótari kann geva og strika fulltrú og kenna síni rættindi.

  • Átak Tættari samstarv við kommunur og vinnu

    Talgildu Føroyar hava gott samstarv við kommunurnar um menning av tænastum á Vanganum. Flestu kommunur eru partur av Vanganum. Í felag menna kommunurnar tænastur til borgarar sínar, so allir føroyingar fáa atgongd til sama støði av tænastum. 
    Skal meira fáast burturúr tilfeinginum innan talgilding, krevst eitt meira skipað samstarv. Kommunurnar hava í dag ábyrgdina av týðandi og krevjandi málsøkjum, sum t.d. eldraøkið, sum fær stórt gagn av felags átøkum innan talgilding. Avgerandi er tó, at hesi eru samskipað millum kommunur og landið, sum varðar av yvirskipaðu talgildingini. 
    Tá myndugleikin er farin at virka fyri landið, skal samskifti takast upp við kommunur um at gerast partur av myndugleikanum fyri talgilding og partur av einum føstum íløgukarmi. 
    Myndugleikin skal eisini standa fyri tættari samstarvi við vinnuna um felags áhugamál innan talgilding av samfelagnum. Eitt forum fyri talgilding skal skipast, har vinnan og landið - møguliga saman við kommunum - viðgera talgildingina av samfelagnum. 

  • Átak Savna heilsutænastur á Vanganum

    Fyrstu stigini at fáa heilsudátur og -tænastur á Vangan hava gingið væl. Apoteksverkið hevur verið framsøkið at fáa dátur og tænastur talgilt út til viðskiftafólk síni. Heilsutrygd hevur sett sína fyrstu sjálvgreiðslu á Vanganum í verk, og Heilsustýrið hevur gjørt stóra talgilda kanning og samskift beinleiðis við borgarar umvegis kalendaran. Samanlagt eru hetta nakrar av mest brúktu tænastunum á Vanganum. Borgarar og tænastuveitarar lata væl at. 
    Næsta stigið verður at fáa dátur og tænastur frá Sjúkrahúsverkinum á Vangan. Hetta er orðað í strategi fyri nýggju talgildu heilsuskipanina, sum ein týðandi táttur. Borgarar skulu fáa innlit í egnar dátur og kunna samskifta trygt og einfalt umvegis Vangan, m.a. at fáa innkallingar í kalendaran og bíleggja og broyta tíðir/avtalur. 

    Við heildarætlanini skulu vit arbeiða við hesum:

    • Bjóða fram videoviðtalur við heilsustarvsfólk. Hetta bøtir munandi um tænastuna hjá fólki, sum hava ringt við at flyta seg, tey uttan fyri miðstaðarøkið, og lættir samstundis nógv um hjá heilsustarvsfólki.
    • Í sambandi við ávísa viðgerð, kunnu borgarar senda upplýsingar um t.d. blóðtrýst, vekt og hjáárin av heilivági beinleiðis og trygt til heilsuverkið. Hetta lættir munandi um núverandi mannagongd, og ger avgreiðsluna skjótari.
    • Fáa Gigni, Sernám og aðrar myndugleikar á Vangan. Sjúkragongdir hjá eitt nú børnum við serligum tørvi skal gerast lættari, so foreldur lætt við samtykki kunnu samskifta um tørvin hjá barninum.
    • Fáa fleiri umsorganartænastur talgildar, so borgarar lætt kunnu søkja og verða sum longst í egnum heimi.
  • Átak Mínboks til vinnuna og nýggjar funkur

    Mínboks er eitt týðandi amboð í at tryggja samskiftið millum borgarar og tænastuveitarar. Nógvar ábøtur eru gjørdar á talgilda postkassanum, sum nú lýkur krøvini um talgilda atkomu. Eisini er lóg um Mínboks samtykt, sum javnsetur talgildan post við vanligan pappírspost. Lógin ásetur eisini rættarstøðuna um, nær brævið er komið fram. 
    Farið verður undir at knýta almennu skjalagoymsluna Skjalhald í Mínboks, so tænastuveitarar kunnu samskifta beinleiðis við borgarar úr Skjalhaldi í Mínboks. Hetta verður framstig, ið fer at lætta nógv um arbeiðið hjá málsviðgerum við at stovna og avgreiða mál, samstundis sum krøvini um dátuvernd eru lokin.
    Næsta stig verður at gera samskifti í Mínboks smidligari fyri borgarar. Ein greining av framtíðar samskifti skal gerast, sum tekur atlit til, hvussu fólk best samskifta. Eisini skal kannast, um Mínboks skal virka sum ein almenn skjalagoymsla hjá borgarum, har tey fáa atgongd til skjøl, prógv og váttanir. 
    Vinnan skal eisini fáa talgildan postkassa, ið virkar á sama hátt sum Mínboks. Eftirspurningurin er stórur hjá vinnuni at kunna samskifta beinleiðis við hvønn annan, almennar myndugleikar og borgarar, har vissa er fyri, at viðkvæmar upplýsingar og skjøl verða handfarin á ein tryggan hátt, ið lýkur krøv um dátuvernd. 

  • Átak Skjáttan við fleiri kortum og møguleikum

    Skjáttan, ið hýsir talgildu koyri- og borgarakortini, skal útbyggjast. Við Skjáttuni kunnu vit eyðmerkja okkum trygt og skjótt á bókasøvnum, til blóðroyndir, við uppmøting ymsastaðni ella fyri at prógva aldur. Skjáttan hevur verið væl móttikin og verður í dag brúkt av borgarum í ferðsluni at prógva aldur og til keyp av heilivági í sjálvgreiðsluni hjá Apotekinum.
    Øll almenn loyvi, prógv o.a. skulu kunna brúkast í Skjáttuni, og næsta stig verður at samstarva við fleiri tænastuveitarar um at brúka Skjáttuna. Eisini verður farið undir at knýta Skjáttuna í t.d. bókhaldsskipanir, soleiðis at ein uppmøting, har gjald er ein partur, verður skrásett beinleiðis í hesum skipanum og bókað.
    Útbreiðslan av Skjáttuni má taka atlit til tey, ið ikki kunnu brúka appina. Foreldur skulu kunna fáa atgongd til børn síni í appini, og ein talgild fulltrú skal gerast, so fólk kunnu fáa hjálp frá avvarðandi, um tey ikki klára tað sjálvi. Harumframt skal umhugsast, hvør annar møguleiki skal bjóðast teimum, ið ikki vilja hava talgilda samleikakortið. 

  • Átak Talgild val

    Møguleikarnir innan talgild val eru stórir, og tað hevur stóran týdning, at alt arbeiðið innan hetta økið verður gjørt við virðing fyri teimum fólkaræðisligu siðum, vit hava í Føroyum. 
    Fyrstu stigini at talgilda mannagongdir innan val eru longu farin í gongd:

    • Til næsta løgtingsval kunnu lesandi uttanlands søkja um upptøku á vallistan á Vanganum. Á henda hátt verður tað munandi skjótari og lættari, og kommunurnar spara tíð og orku til umsiting.
    • Tórshavnar kommuna hevur fyrireikað atkvøðugreiðslu til eldraráðsval á Vanganum. Øll neyðug fyrilit eru tikin fyri dulnevni, og at hvør persónur einans hevur eina atkvøðu.
    • Fyrireikingar eru byrjaðar at talgilda valkort, so Skjáttan kann brúkast við uppmøting, og vit fáa eina stóra sparing í kostnaði og umsiting.

    Eisini er góður møguleiki fyri at brúka Samleikan til at savna uppstillarar til nýggjan politiskan flokk og seta fram borgarauppskot. Harumframt eru góð líkindi fyri at gera talgildar hoyringar í kommunum og áhugafeløgum. 
    Forkanning verður gjørd um talgild val í Føroyum. Allir týðandi áhugapartar luttaka og verða hoyrdir. Atlit verður tikið at okkara sterku fólkaræðisligu virðum. Kanningin skal lýsa allar møguleikar fyri talgilding av valtilgongdini. Úrslitið verður latið politisku skipanini sum eitt tilmæli.

  • Átak Vinnutænastur á einum stað

    Virkið verður eitt nýbrot fyri føroyska vinnu. Virkið verður hornasteinur í at menna ein virkisvanga, soleiðis sum borgarar kenna tað á Vanganum. Vinnan skal fáa atgongd til dátur og sjálvgreiðslur frá almennum tænastuveitarum á einum og sama stað. Endamálið er at savna allar upplýsingar um løgfrøðiligar eindir á einum stað. Hetta ger eisini, at almenna fyrisitingin verður betri samansjóðað, og landið sleppur undan dupultum skrásetingum og viðlíkahaldi.
    Umfatandi greiningar og raðfestingar skulu gerast av tænastunum, so tær nøkta tørvin hjá vinnuni og lætta um hjá fyrisitingini. Vinnan skal taka lut í at allýsa tørvin. Tað skal vera lætt at geva og strika atgongd hjá starvsfólkum, bókhaldarum, sakførarum o.ø. til skipanina, so tey bara hava neyðug loyvi at arbeiða við.
    Við eini felags loysn til vinnuligar sjálvgreiðslur verður tað lættari hjá feløgum at avgreiða  síni viðurskifti við tað almenna á einum stað. Sjálvgreiðslurnar verða mentar eftir einum felags leisti, so tær eru lættar at kenna aftur. 

  • Átak Størri gagnnýtsla av Landsfólkayvirlitinum

    Landsfólkayvirlitið er ein tann týdningarmesta grundarskráin, tá ið talan er um talgilding av samfelagnum. Í fyrstu heildarætlanini vórðu fleiri týðandi átøk framd. T.d. gjørdust dátur úr fólkayvirlitinum ókeypis at brúka og lættari atkomuligar umvegis Heldina.
    Enn eru tó fleiri átøk átrokandi fyri at skapa karmar fyri enn meiri effektiviseringum:   
    Atgongd hjá vinnuni til p-talið 
    Privata vinnan skal, eins og almennir myndugleikar, kunna brúka P-talið sum eintýdda eyðmerking. Hetta er ein fortreyt fyri, at vinnan kann fáa størri gagn av m.a. Samleikanum. Hetta ger talgildingina tryggari og munadyggari fyri alt samfelagið. Hetta verður gjørt við lógarbroyting.

    Útlendingar við knýti til Føroyar fáa P-tal
    Lógarbroyting er ávegis, har útlendingar sum hava tilknýti til Føroyar, men ikki búgva her, í ávísum førum, kunnu fáa P-tal. Tørvurin er íkomin, tí ávísir áhugapartar, t.d. bankar og TAKS, hava kundar, sum hava tørv á einum Samleika. Dømi er ein grannskoðari ella bókhaldari, sum arbeiðir fyri eina føroyska fyritøku, og sum tí skal hava atgongd til netbanka og Vinnugluggan.  

    Effektivari skráseting av andláti
    Mannagongdin í sambandi við andlát krevur nógv samskifti millum myndugleikar. Umframt at hetta er til ampa fyri tey avvarðandi, er hetta umsitingarliga tungt og kann elva til feilir. Málið er at effektivisera hesa mannagongd. 

    Ymsar tillagingar í kt-skipanini
    M.a. sjálvvirkandi skráseting av innlendis flytingum, dagføring av skipanini í sambandi við flytingar í Norðurlondum, rætting av hentleika til skráseting av ættleiðingum, og dagføring av upplýsingum hjá persónum, ið eru fluttir av landinum. 

  • Átak Knýta persónsdátur í Norðurlondum saman

    Nógvir føroyingar merkja sviðan av, at einki knýti er millum føroyska og serliga danska fólkayvirlitið, har nógvir føroyingar eisini eru skrásettir. Hetta sæst einamest innan sjúklingaviðgerð, har nógvir føroyingar skulu til Danmarkar í viðgerð. Tá føroyskur sjúklingur kemur til Danmarkar, verður hann skrásettur við donskum P-talið (CPR-nr). Av tí at einki knýti er millum føroyska og danska p-talið, ber ikki til at knýta persónsupplýsing-arnar saman. Hetta hevur við sær, at upplýsingar um sjúklingin ikki koma aftur til føroyska sjúkrahúsverkið, og kann tað hava týðandi avleiðingar fyri sjúklingin. Henda avbjóðing ávirkar ikki einans sjúklingar, men sæst eisini aftur á øðrum økjum. 
    Landsstýrið hevur sett sær fyri at loysa hesa avbjóðing við í fyrsta lagi at fáa í lag samstarv við danskar myndugleikar um at knýta fólkayvirlitini saman. Ítøkiliga at knýta CPR-nr. skrásett í fólkayvirlitinum um føroyskar borgarar í CPR skránni. Hetta við at knýta persónsupplýsingar saman millum fólkayvirlit (Identity Mapping), er eisini komið á breddan í norðurlendskum høpi (m.a. í Norðurlandaráðnum) og verður roknað sum ein loysn, sum veruliga kann loysa partar av avbjóðingunum á markamótum í Norðurlondum, og skal tað tí í øðrum lagi setast i verk í samstarvi við hini Norðurlondini

  • Átak Ríkisstovnar nýta talgilda undirstøðukervið

    Ríkisstovnar í Føroyum vilja veita føroyingum sínar tænastur talgilt við loysnunum hjá Talgildu Føroyum. Bæði Føroya Politi og Føroya Rættur vilja veita sjálvgreiðslur á Vanganum og at senda brøv í Mínboks. Hetta kann t.d. vera at biðja um revsiváttan á Vanganum og fáa parkeringsbót í Mínboks. Borgarar fáa stóran ágóða av slíkum tænastum, tí øll neyðug atlit verða tikin til dátuvernd og kt-trygd, tá ið samskift verður umvegis Talgildu Føroyar. 
    Ein forðing fyri at hetta hevur eydnast er, at persónsdátur millum føroyska og danska fólkayvirlitið ikki eru knýttar saman, sí átak 10. Harumframt eru ríkisstovnarnir knýttir í danskt kt-kervið, har borgarar eru skrásettir við CPR-nr, og kunnu tí ikki brúka loysnirnar hjá Talgildu Føroyum, har eintýdda eyðmerkingin hjá borgarum er p-talið. 
    Tá átak 10 er avgreitt, er málið, í samstarvi við ríkisstovnarnar, at knýta Føroya Politi, Føroya Rætt og Ríkisumboðið í kervið hjá Talgildu Føroyum. 

  • Átak Samleikin brúkast uttanlands

    Síðan farið var í holt við at menna Samleikan, hevur málið verið, at borgarar skulu kunna brúka Samleikan at avgreiða síni viðurskifti talgilt uttanlands. Samleikin er tí mentur og rikin soleiðis, at hann lýkur ES lóggávu fyri talgildar samleikar. Tað eru gjørdar royndir at fáa Samleikan góðkendan, í fyrstu atløgu í Danmark, men tað hevur víst seg, at uppgávan gjørdist ov stór og torgreidd.
    Við at knýta fólkayvirlitini í Norðurlondum saman, sí átak 10, hava vit betri fortreytir fyri at fáa framt átakið at brúka Samleikan uttanlands. Tá átak 10 er avgreitt, er málið at fáa danskar myndugleikar at loyva føroyingum at rita inn við Samleikanum til útvaldar danskar talgildar tænastur sum t.d. sundhed.dk, borger.dk og optagelse.dk.

  • Átak Talgild kirkjubók

    Í samstarvi við Fólkakirkjuna er ætlanin at seta hol á at menna eina talgilda kirkjubók. Fólkakirkjan ynskir ráð og vegleiðing frá Talgildu Føroyum til hesa verkætlan. Ein talgild kirkjubók gevur borgarum, Landsfólkayvirlitinum og Fólkakirkjuni stórt gagn. 

  • Átak Ein almenn bankakonta

    Stovnar og fyritøkur, sum gjalda út pening til borgarar og fyritøkur, hava ofta avbjóðingar við at rinda út á røttu kontu. Við einari sentralari, løgligari góðkendari, almennari kontu, sum borgarin sjálvur umsitur á Vanganum, kundu hesir stovnar og fyritøkur spart munandi umsitingarútreiðslur. 

  • Átak Nýtsla av nýggjari tøkni

    Saman við vinnu, kommunum, Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetrinum og øðrum viðkomandi áhugapørtum verður ein langtíðarætlan gjørd fyri, hvussu vit á besta hátt taka nýggja tøkni so sum vitlíki (AI), tólmenni (Robotics), talukennara og tólnet (IoT) í nýtslu.
    Vit eru í eini tøkniligari skiftistíð, og tøkni sum vitlíki fær ein alt størri leiklut í okkara samfelagi og kann verða við til at loysa fleiri av okkara grundleggjandi avbjóðingunum. 
    Eyðsýnt er, at landið fær stórt gagn burturúr at taka nýggja tøkni í brúk. Automatisering av fyrisitingarligum uppgávum kann økja um góðskuna og spara tíð hjá myndugleikum. Vitlíki kann effektivisera og betra góðskuna av m.a. snarkanningum av krabbameini og ger tað møguligt at brúka persónligan heilivág til viðgerð.
    Innan m.a. heilsu- og eldrarøkt eiga vit at hava dirvi til at royna tøknina saman við m.a. granskarum á Fróðskaparsetri Føroya og vinnuni. Um almenni og privati geirin, saman við granskingini, taka hesa avbjóðing á seg, kunnu Føroyar gerast undangonguland í verkseting av ítøkiligum ágóðum av hesum nýggju tøkniligu kollveltingunum. 
    Landsstýrið hevur sum mál at leggja eina heildarætlan fyri vitlíki, sum skal seta út í kortið hvussu samfelagið fær sum mest burturúr tøknini og hvussu vit verja okkum sum frægast fyri váðunum. Byrjast skal við at gera forkanning av hesum í 2025. Úrslitið av hesari forkanning verður ein nýggj heildarætlan fyri vitlíki. 

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.