Talgildu_Bíðirúm-copy (3).jpg

Talgildu Føroyar 2.0 

Les heildarætlanina her

Heildarætlanin setur kósina fyri talgilding av Føroyum. Málið er greitt: Vit skulu gera talgildu loysnirnar enn meira samanhangandi, so gerandisdagurin hjá borgarum og vinnu verður lættari og tryggari.
Hetta er úrslit av miðvísa arbeiðinum, sum sjøtul varð settur á við heildarætlanini ‘Talgilding av samfelagnum’  í 2015, og sum gav okkum eitt talgilt undirstøðukervi í heimsflokki.

Talgildingin av samfelagnum heldur fram

Heildarætlanin er býtt í tríggjar visiónir, sum skulu flyta Føroyar framá innan talgilding. Arbeiðið er í stóran mun grundað á niðurstøðurnar hjá KST arbeiðsbólkinum i Vakstrarforum, sum Landstýrið setti í verk í 2021, og sum framhald av heildarætlanini 2016-2020.
Hvør av visiónunum hava nøkur ítøkilig átøk, sum skulu fremjast komandi árini. Í alt eru 15 átøk, ið skulu vera við til at framtíðartryggja vælferðina, tálma almennu útreiðslunum og skapa vøkstur fyri samfelagið.

  • Visjón Ein myndugleiki fyri talgilding

    Við einum felags myndugleika fæst sum mest burturúr landsins tilfeingi innan talgilding. Málið er at seta á stovn ein myndugleika fyri talgilding av samfelagnum. Ein felags myndugleika fyri landið, sum skal standa fyri at samskipa og samstarva um talgilding við kommunur og vinnuna, soleiðis at vit hava eina felags talgilda kós fyri samfelagið. Við støði í rundskrivi fær myndugleikin neyðugu heimildirnar at tryggja, at geirar og súlur ikki eru forðing fyri at veita borgarum og vinnu samanhangandi og effektivar talgildar tænastur. 
    Myndugleikin skal menna og reka felags talgilda undirstøðukervið. Hann skal standa fyri at leggja ætlanir fyri talgilding av samfelagnum, samskipa yvirskipaðu átøkini, orða og seta út í kortið og seta krøv og vegleiða um, m.a. kt-arkitektur, verkætlanarleiðslu, brúkaravinsemi og gerð av nyttugreiningum og -mátingum av kt-verkætlanum.
    Virksemið, sum fer fram á stovnum hjá landi og kommunum innan kt og talgilding, tørvar betri samskipan. Vantandi samskipan og samstarv hevur við sær, at samfelagsgagnið av teimum íløgum, sum verða gjørdar í kt og talgilding, kundi verið munandi størri. Meira kann gerast burturúr at gagnnýta verandi loysnir og undirstøðukervi, og skipa fyri felags átøkum innan innkeyp, menning og rakstur, soleiðis, at sum mest fæst fyri íløgurnar, og gagnið av átøkunum verður størri. 
    Grundarlagið fyri einum slíkum myndugleika finst í stóran mun longu í dag við virkseminum á Gjaldstovuni, har serliga Talgildu Føroyar og KT Landsins hava ognað sær førleikar og royndir at standa fyri felags almennari leiðslu innan KT og talgilding. Talan er ikki um nýggjan stovn, men í staðin at víðka um virksemið hjá Gjaldstovuni til eisini at umfata myndugleika uppgávur fyri talgilding

  • Visjón Samanhangandi tænastur

    Samskifti og veitingar til borgarar og vinnu skulu verða smidlig og trygg.  
    Flestu almennir stovnar og kommunur eru tøkar á Vanganum og geva borgarum eina alsamt meira samanhangandi brúkaraatferð, størri gjøgnumskygni og betri tænastu. Talgilding av heilsudátum og -tænastum verður eitt aðalmál. Stóra kt-verkætlanin hjá Sjúkrahúsverkinum hevur í sínum strategiskjali tænastur á Vanganum til borgarar, sum ein týðandi tátt.
    Skjáttan skal mennast víðari, so vit kunnu savna almenn loyvi, prógv og aðrar upplýsingar á einum stað. Við Skjáttuni fáa vit talgildu fyrimunirnar við í okkara gerandisdag og gera dagligar avgreiðslur einfaldari og smidligari.
    Brúkaratferðir grundaðar á lívsstøður skulu allýsast og greinast, so vit fáa meira samanhangandi tænastur, og borgarar verða betur fyri sjálvir at avgreiða síni viðurskifti tvørturum myndugleikar. Vitlíki kann gerast ein týðandi táttur at náa hesum máli.
    Virkið verður eitt stórt frambrot innan føroyska talgilding. Virkið skapar grundarlag fyri at menna almennar tænastur til vinnuna á sama hátt, sum vit kenna tað við Vanganum. Vinnan skal hava einar dyr at venda sær til í talgilda samskiftinum við tað almenna. Hetta krevur eisini, at vinnan fær ein talgildan postkassa sum Mínboks, ið kann brúkast at samskifta við tað almenna, sínámillum og við borgarar.

  • Visjón Munadygg umsiting

    Talgilding og nýggj tøkni sum heild skulu setast í verk fyri at skapa ein betri og munadyggari (effektivari) almennan geira. Tøknin er týðandi amboð fyri at loysa vaksandi avbjóðingina við vantandi arbeiðsmegi á alsamt fleiri fakøkjum. Tøkni kann serliga lætta um, tá talan er um einsháttaðar og tungar arbeiðsuppgávur á fyrisitingarligum økjum og innan heilsu- og eldrarøkt. Neyðugt er við nýhugsan, hvussu vælferðartænastur skulu veitast í framtíðini. Tøkni sum vitlíki (AI), tólmenni (Robotics), talukennari og tólnet (IoT) eru lykilin til, at hetta kann eydnast. 
    Fyritreytirnar fyri at gera nakað munagott eru góðar. Vit hava fjarskiftiskervi í heimsflokki, bæði í mun til útbreiðslu og tøkni. Talgilda undirstøðukervið er nýmótans, ment til okkara tørv, við loysnum ið lúka altjóða krøv, og sum alt okkara samfelag brúkar. Hóast vit mangla nógv kt-fólk, so hava vit eina vælvirkandi og nýskapandi kt-vinnu við høgum førleikum, og røtt stig eru tikin politiskt til at útbúgva fleiri kt-fólk á Setrinum.  
    Talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur eitt haldgott samstarv millum myndugleikar og vinnu, har partarnir binda seg til at fremja neyðugu broytingarnar og skapa teir neyðugu karmarnar. Myndugleikar og starvsfólk skulu harumframt førleikamennast, og løgfrøðin stuðla undir einari ábyrgdarfullari nýtslu av nýggjari tøkni. 

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.