Nýggj heildarætlan: Talgildingin av samfelagnum heldur fram

Føroyar hava seinastu árini tikið risafet á talgildu leiðini. Vit eru í dag frammarlaga, tá tosað verður um atgongd til talgildar tænastur til borgarar og vinnu, har trygd og vernd av upplýsingum eru í hásæti.

Hetta er úrslit av miðvísa arbeiðinum, sum sjøtul var settur á við heildarætlanini ‘Talgilding av samfelagnum’  í 2015. Endamálið var at menna eitt talgilt undirstøðukervi fyri alt samfelagið.

Í dag brúka flestu okkara bæði Samleikan og Vangan í okkara talgilda samskifti. Dátur millum almennar skráir verða trygt fluttar umvegis Heldina. Nógvar av føroysku grundardátunum eru gjørdar ókeypis og lætt atkomuligar, og ein føroysk virkisskrá verður skjótt veruleiki.

Við hesum hava vit eitt talgilt undirstøðukervi í heimsklassa, og klárt er nú at fáa ágóðan av øllum hentleikunum.

Nýggj heildarætlan fyri 2023-2025
Fyri at halda fram við eini skipaðari menning, ið gagnar øllum almenna geiranum, vinnuni og ikki minst borgarunum, er nýggj heildarætlan orðað.

Heildarætlanin er býtt í tríggjar tættir.

  1. Ein felags myndugleiki við føstum íløgukarmi
  2. Samhangandi talgildar tænastur fyri borgarar og vinnu
  3. Munadyggur almennur geiri

Hvør av tættunum hevur nøkur ítøkilig átøk, sum skulu fremjast komandi árini. Í alt eru 16 átøk, ið skulu vera við til at framtíðartryggja vælferðina, tálma almennu útreiðslunum og skapa vøkstur fyri samfelagið.

Arbeiðið er í stóran mun grundað á niðurstøðurnar hjá KST arbeiðsbólkinum i Vakstrarforum, sum Landstýrið setti í verk í 2021, og sum eitt framhald av heildarætlanini 2016-2020.

Tú kanst lesa alla heildarætlanina í leinkinum niðanfyri.

Talgildingin av samfelagnum heldur fram

Share

Heildarætlanin 2022-2025

Les heildarætlanina 2022-2025

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.

Samband

Set teg í samband við Duritu Hansen, samskiftisfólk, á durita@talgildu.fo