Føroyar eru væl fyri, tá ið mált verður hvussu nógvir av landsins borgarum hava atgongd til internetið. Eisini eru Føroyar væl fyri, tá umræður atgongd hjá eldri borgarum til internetið og somuleiðis eru útoyggjarnar væl íbundnar, umframt at stórur partur av fólkinum hevur fartelefon.

Støðan er sostatt tann, at KT-infrakervið í Føroyum er vælútbygt og menningarmøguleikarnar liggja nú í stóran mun í at menna talgildu tænastur, so størri samfelagsligt gagn spyrst burturúr.

So hvørt sum talgildu loysnirnar í heildarætlanini verða framdar í verki, økist samfelagsligi ágóðin. Tað fer at gerast alsamt lættari og minni tíðarkrevjandi hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti við tað almenna, og tað fer eisini at gera tað munandi lættari hjá fyritøkum og stovnum at tæna kundunum. Málið er, at nógv av tí tilfeingið, sum í dag fer til umsiting, skráseting og eftirkanning verður frígivið, soleiðis at stovnar og fyritøkur fáa hugsavnað seg um sínar kjarnutænastur og harvið fáa veitt kundunum eina betri tænastu, bæði innan tað almenna og tað privata.

Einki er at ivast í, at eitt úrslit av heildarætlanini verður ein effektivari og smidligari almennur geiri, sum alt annað líka, verður bíligari at reka. Tað merkir, at játtaði peningurin til ymisku vælferðarøkini verður skynsamari brúktur.

Torført er koma við beinraknum metingum um júst hvussu nógv kann sparast við at fremja heildarætlanina, men ábendingar fáast við at kaga eftir londum, ið longu hava sett sett tey átøk í verk, sum verða nevnd í heildarætlanini.

Í Estlandi metir fíggjarmálaráðið, at samlaða sparingin av at seta talgildu undirskriftina í gildi og fremja hana í verki, er heili 2 prosent av BTÚ. Roknað um til føroysk viðurskifti, svarar tað til eina sparing á umleið 300 mió. kr. árliga. Um bert helmingurin av hesi sparing fæst til høldar í Føroyum, merkir tað eina sparing á 150 mió.kr. Sparingin er roknað sum tann tíðarsparing, ið fæst við at nýta talgildu undirskriftina og atknýttu talgildu tænasturnar.

So hvørt einstøku ætlanirnar verða nærri projekteraðar, verður lættari at spáa um nyttuvinningin ið spyrst burturúr.

Share