Trygdarkjarni

– Trygg varðveitsla av talgilda samleikanum

Ein talgildur samleiki byggir á trygdartøkni, har hvør borgari fær sín egna privata lykil, sum verður brúktur til at innrita á heimasíður og undirskriva skjøl. Hetta kenna vit frá netbankanum, har privati lykilin higartil hevur ligið í einari fílu á telduni.

Neyðugt verður at verkseta eina próvmiðstøð (Certificate Authority), sum váttar samleikan ella undirskriftina hjá borgarum. Strong trygdarkrøv eru til hesa skipan, og tí verður mælt til at nýta kenda og roynda tøkni, ið helst er grundað á almenna keldukotu (Open Source). Trygdarkjarnin inniheldur eisini aðrar trygdarskipanir, og mælt verður til at mest møguligt verður grundað á standard tøkni og helst almenna keldukotu.

Av tí at trygdarkjarnin er so umráðandi fyri trygdina í skipanini, verða hesi forrit ikki ment frá grundini av í Føroyum. Neyðugt er kortini at hýsa skipanunum í Føroyum og at hava førleikarnar til at reka skipanirnar her.

Les meira um trygdina undir Trygd.

Share