Skjalaundirskrift

Einfalt og trygt at undirskriva skjøl

Ein talgildur samleiki ger tað møguligt at undirskriva skjøl talgilt. Tað finnast grundleggjandi tveir hættir at undirskriva skjøl:

  • Á einari felags undirskrivingarsíðu
  • Lokalt á eindini hjá brúkaranum (teldu, teldli ella telefon)

Undirskrivingarsíðan er ein heimasíða, har borgarin ella tænastuveitarar kunnu leggja skjøl til undirskrivingar. Her kann ein síggja, hvør hevur undirskrivað eitt skjal, og borgarin hevur øll síni skjøl samlað á einari heimasíðu. Borgarin skal ikki hugsa um trygdaravrit o.a., tí hetta tekur umsitarin av heimasíðuni sær av. Borgarin sleppur eisini undan at leggja inn nakað forrit ella nakra app fyri at undirskriva skjøl.

Í onkrum førum er ikki gjørligt ella loyvt at nýta eina felags undirskrivingarsíðu, t.d. tá ið børsskrásettar fyritøkur skulu undirskriva viðkvæmar avtalur. Tí má tað eisini vera møguligt at undirskriva skjøl lokalt, antin á telduni sjálvari ella á einum servara hjá einari fyritøku.

Føroyski, talgildi samleikin fer at loyva báðum møguleikum, og loysnin er grundað á somu tøkni, sum verður nýtt í Estlandi. Loysnin er grundað á EU-standard (XAdES), sum tryggjar, at loysnin er langtíðarhaldbar og kann nýtast tvørtur um landamørk.

Share