Mobil ID

 Tú hevur altíð tín talgilda samleika við tær

Rákið er, at alsamt meira savnast á fartelefonini. Aðrastaðni er longu gjørligt at gjalda við fartelefonini, og harvið slepst undan at hava gjaldskortið í lummanum, tá farið verður til handils. Atgongumerki, ferðaseðlar, busskort o.a. flyta seg eisini meira og meira yvir á fartelefonina.

Tað er eisini gjørligt at goyma talgilda samleikan á fartelefonini. Tá er ikki neyðugt at hava annað enn fartelefonina við sær, tá ið ein skal undirskriva skjøl hjá læknanum, heinta heilivág á apotekinum ella innrita í netbankan.

Privati lykilin til talgilda samleikan verður goymdur trygt á SIM-kortinum á fartelefonini. Lykilin er vardur við einum loyniorði, sum einans borgarin kennir, og tað er ógjørligt at kopiera lykilin úr SIM-kortinum.

Tá ið tú skalt innrita á eina heimasíðu, skrivar tú títt telefonnummar og trýstir á innrita. Fartelefonin biður teg um loyniorðið, og síðan ert tú innritaður. Hetta er sera einfalt og krevur ikki annað enn sjálva fartelefonina.

Tú kanst innrita frá øllum eindum, bæði teldu, teldli og fartelefon, uttan at tú skalt leggja nakað inn frammanundan; bara tú hevur fartelefonina hjá tær.

Skipanin verður nýtt í Íslandi, Noregi, Finnlandi, Estlandi og fleiri øðrum londum. Fólk hava tikið sera væl ímóti hesari nýggju loysnini, ið bæði er einføld og brúkaravinarlig.

Share