Kort

Vit hava bólkað kort og topografisk kort saman her, tí tað hongur tætt saman sum hugtak.

Av tí at topografisk kort ikki er eitt yvirtikið øki, og Geodatastyrelsen er føroyskur kortmyndugleiki, so verða topografisk kort ofta viðgjørd fyri seg.

Endamálið og heimildirnar viðvíkjandi topografiskum kortum eru lýst í:

  • Lov nr. 82 af 31. marts 1928 om Geodætisk Institut

Av tí at hetta málsøki ikki er yvirtikið, so er tað forsømt, og har finnast bert topografisk kort í pappírsformi í málistokkinum 1:20.000 og 1:100.000. Geodatastyrelsen  umsitur føroyakort, málikort, sjókort og skráseting av staðarnønum. Av tí at alt er í pappírsformi, so ber ikki til at brúka til talgilt samskifti. Tey tilsvarandi kortini eru frígivin talgild í Danmark, men tey topografisku kortini fyri Føroyar eru ikki dagførd síðani 1984.

Seinastu árini hevur Umhvørvisstovan saman við Geodatastyrelsen arbeitt við at innføra eitt nýtt geografiskt referansunet fyri Føroyar. Løgfrøðisliga hevur danski kortmyndugleikin ognarrættin av tí grundleggjandi geografiska undirstøðukervinum, men í praksis er tað Umhvørvisstovan, ið varðar av hesum.

Støðan er nógv frægari á teimum økjunum, har føroyskir myndugleikar umsita. Kortini eru talgild, og har er talgilt samband til aðrar skráir, har relevantar GIS upplýsingar liggja.

  • Flogmyndir
  • Myndkort
  • Hæddarmodell
  • Føroyakort (FDS-kort)
  • Kommunukort
  • Postnr. Kort
  • ...

Ein stórur partur av umsitingin verður gjørd av kort- og dátusamstarvinum í FDS, ið er eitt alment partafelag við eigarunum Innlendismálaráðið (Umhvørvisstovan og Landsverk) 40%, Tórshavnar- og Klaksvíkar kommunur 20%, SEV 20% og Føroya Tele 20%. Sambært galdandi samstarvsavtalu (2010-13), ger Umhvørvisstovan myndakort til FDS, sum hevur ognar- og upphavsrættindini til kortini. Umhvørvisstovan hevur, eins og hinir partaeigararnir í felagsskapinum, tó fullan rætt til at brúka hesi eftir tørvi. Umhvørvisstovan dagførir eisini ávísar partar av tí sonevnda FDS-kortinum, sum FDS hevur ognar- og upphavsrætt til. FDS rindar Umhvørvisstovuni eitt árligt gjald fyri áðurnevnda arbeiði.

Broytingar og innlesingar/útlesingar og fyrispurningar

Av tí at upplýsingarnar eru savnaðar í einari web-skipan, sum liggur alment frammi, so hava øll møguleika fyri at sláa upp. Vit vita ikki, um data verða útlisin frá kortal.fo til lokalar GIS-skipanir, men hetta hevði verið upplagt.

Peningastovnarnir og ávísar kommunur keypa tó data frá FDS og fáa regluligar dagføringar.

Skrásetingar uttanfyri

Hetta er ikki kannað nóg væl, men tað kann roknast við at kommunur uttanfyri FDS-samstarvið í ávísan mun skráseta sjálvar.

Samanumtøka

Ábyrgdar- og ognarviðurskiftini á kortøkinum eru fløkt. Málsøkið er ikki yvirtikið, og tí hevur Geodatastyrelsen ábyrgdina av føroysku geodesi’ini (grundarlagnum fyri geografiska referancunetinum) og teim topografisku kortunum, eins og sjókortunum. FDS eigur tað sonevnda FDS-kortið eins og myndakortini fyri Føroyar, sum Umhvørvisstovan hevur framleitt. Einasta landsfevnandi kortið, ið Umhvørvis­stovan hevur fullan ognarrætt yvir, er matrikulkortið.

Kortgrundarlagið er ein óloysiligur partur av staðsettum grunddáta ella geodáta. Tað ber sostatt ikki til at leysgeva grunddáta, uttan at ein loysn eisini verður funnin viðvíkjandi kortgrundar­lagnum. Neyðugt er somuleiðis at savna ábyrgd, framleiðslu og rakstur á einum stað, so økið kann rekast effektivt, eins og at neyðugar dagføringar framhaldandi verða gjørdar.

Mett verður, at skipanin og skrásetingin av geodáta er væl skipað við einari felags databasu. Í samband við hetta projektið mangla tó teldumarkamót, sum kunnu gera fyrispurningar smidligari, og eisini gera upplýsingarnar meiri atkomuligar.

Share