Talgildu Føroyar

Soleiðis talgilda vit Føroyar

Fyri at tryggja, at talgilding í Føroyum er samskipað, trygg og brúkaravinarlig, arbeiða vit út heildarætlanum fyri alt samfelagið.

Ein heildarætlan er felags vegvísari, sum setur kósina fyri hvussu land, kommunur og vinna samstarva um bestu loysnirnar fyri borgaran. Ætlanirnar snúgva seg um meira enn tøkni. Tær snúgva seg eisini um fólk, lógarkrøv og trygd.

Talgildingin fer fram í stigum

Arbeiðið við at talgilda Føroyar hevur verið skipað við tveimum stórum heildarætlanum. 
Fyrsta talgilda heildarætlanin varð løgd fram á stórari samkomu í Norðurlandahúsinum í 2015.
Heildarætlanin var býtt sundur í fýra høvuðstættir:

  • Talgildur samleiki: Ein trygg talgild innritan, eyðmerking og undirskrift, ið er hornasteinurin í tryggum talgildum samskifti.
  • Talgildar tænastur: Ein felags tænastuportalur (Vangin), ið gevur borgarum atgongd til almennar tænastur á einum stað.
  • Grundardátur: Skynsom nýtsla av tøkum, álítandi og ókeypis grundardátum um fólk, fasta ogn og virki.
  • KT-arkitekturur, Heldin: Tryggur dátuflutningur, sum ger, at øll kunnu gagnnýta somu grundskráir, og at upplýsingar bara skulu latast einaferð.

Í 2022 varð farið undir nýggja heildarætlan, Talgildu Føroyar 2.0, sum er skipað í tríggjar tættir:

  • Ein felags myndugleiki við føstum íløgukarmi.
  • Samanhangandi talgildar tænastur fyri borgarar og vinnu.
  • Munadyggur almennur geiri.

Løgtingið samtykti í 2025 verklagslógina um heildarætlanina Talgildu Føroyar 2.0.

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.