Vangin Small

Verkstova um Snarboð

16.09.25 týsdagur 10:00, Albert Hall, Kvíggjartún 1, Argir

16. september skipa Talgildu Føroyar fyri verkstovu um Snarboð

Verkstovan er ætlað til kommunur og øðrum tænastuveitarum, sum eru áhugaði í at brúka Snarboð á Vanganum.

Hvat er Snarboð? 

Snarboð er eitt kunningarmodul, har tænastuveitarin kann senda boð út til fleiri borgarar í senn. Tænastuveitarin kann m.a. senda boð út til fólk í ávísum aldri og øki. Dømi um hetta kann vera ein kommuna sum skal stongja vatnveitingina í nakrar tímar. Við hesari funku kunnu tey senda boð út til teir borgarar, ið búgva í rakta økinum. Borgarar fáa síðan boð um hetta á Vanganum.

Á verkstovuni verður hugt nærri at hesum evnum:

  • Umsiting av snarboðum
  • Boð - bólkar
  • Atgongdstýring

Um verkstovuna: 

  • Nær 16. september kl 10.00 - 12.00

  • Hvar Albert Hall á Argjum

Tekna teg til verkstovuna her

Verkstova um Snarboð

 

Share