Verkstova fyri kommunum og eldrasamstørvum

30. januar 2023

Í farnu viku skipaðu Talgildu Føroyar fyri verkstovu, har umboð fyri kommunur og eldrasamstørv luttóku.

Endamálið var at gera eina støðulýsing og umrøða framtíðarmøguleikar og samstarv.

Talgildu Føroyar hava samstarvsavtalu við 21 kommunur í Føroyum um menning av tænastum á Vanganum. Í løtuni eru fimm kommunur verksettar, ímeðan 10 aðrar verða verksettar komandi vikurnar og restin seinni í ár.

Eldrasamstørvini eru tvørkommunal samstarv fyri Bú- og heimatænastur. Í næstum fara fleiri sjálvgreiðslur, sum fevna um tilboð til eldri borgarar, at gerast tøkar á Vanganum. Her verður tað greitt, hvat fyri eldrasamstarv tú hoyrir til, hvørji tilboð eru, og tað verður lættari at søkja um tænasturnar.

Endamálið við Vanganum er, at at allir borgarar í landinum fáa atgongd til somu góðu tænastur.

Tað er stórur fyrimunur fyri kommunurnar at vera við í eini felags menning av talgildum tænastum. Kommunurnar bjóða borgarum sínum eins tænastur og tørvurin er sostatt tann sami kring landið.

Omanfyri eru myndir frá tiltakinum.

Share