Tjóðskjalasavnið við á Vanganum
Tjóðskjalasavnið er nú á Vanganum. Nýggja tænastan gevur fólki møguleikan at søkja um innlit í skjalasavnstilfar, ið inniheldur persónsupplýsingar sum t.d. sjúkrajournal, faðirskapsmál ella politimál. Tjóðskjalasavnið umsitur nógvar persónsviðkvæmar dátur frá øllum myndugleikum í landinum, og tað hevur alstóran týdning, at slíkar dátur verða handfarnar so trygt sum gjørligt.
Tjóðskjalasavnið er fyrsti tænastuveitarin á Vanganum, ið er brúkar knýtið til Skjalhald. Hetta hevur við sær, at tá tú søkir um innlit á Vanganum, verður eitt mál beinleiðis stovnað í Skjalhaldi hjá Tjóðskjalasavninum.
Knýtið millum Vangan og Skjalhald fer at lætta nógv um arbeiðið hjá málsviðgerum. Vangin tryggjar, at tað eru dagførdar upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum, ið verða skrásettar í málinum. Sostatt verður dátugóðskan hægri, tí vissa er fyri, at tað er rætti viðkomandi, ið verður skrásettur, og tað slepst undan dupult skrásetingum.
Brúkarin fær eisini fyrimun av hesum, tí tú kann fylgja málinum á Vanganum og síggja, tá ið tað er stovnað, er í viðgerð og nær tað verður lokað.
Vitja síðuna hjá Tjóðskjalasavninum í leinkinum niðanfyri