Talgild fulltrú gevur enn fleiri fólkum gagn av Vanganum
Nú bjóðar Vangin talgilda fulltrú. At byrja við kanst tú fáa og geva talgilda fulltrú hjá Apoteksverkinum. Mínboks verður eisini klárt um stutta tíð.
Við talgildari fulltrú kanst tú biðja ein avvarðandi avgreiða tíni viðurskifti fyri teg á Vanganum. Tann, ið fær fulltrú, virkar fyri teg og kann brúka sjálvgreiðslur og síggja tínar upplýsingar knýttar at tænastuveitaranum.
Apoteksverkið hevur longu góðar royndir við at veita tænastur á Vanganum. Her kanst tú síggja heilivágsupplýsingar, reseptir, kostna og endurgjald frá Heilsutrygd. Næstu tænasturnar verða at bíleggja heilivág til heintan og útkoyring. Við talgildari fulltrú vóna tey á Apoteksverkinum at røkka enn fleiri fólkum við talgildu tænastunum. Endamálið er, at Vangin er eitt ískoyti til tænasturnar, sum apotekini um landið veita. Talgild fulltrú er týðandi fyri tænastustøðið hjá nógvum bólkum í samfelagnum. Talgild fulltrú er við at veita eina betri tænastu til hesar bólkar. Fólk, sum kunnu fáa gagn av fulltrú eru tey,
- ið vilja hava hjálp við persónligu viðurskiftunum
- við skerdum førleika
- ið ikki kunna ella vilja hava Samleikan
- ið eru undir verjumáli
Tað eru nógv fólk, ið brúka Samleikan og Vangan. Útvið 44.000 fólk í aldrinum 13 ár og eldri hava fingið sær Samleikan.