07. oktober 2025
Skjøtil settur á almenna nýtslu av vitlíki
07. oktober 2025
Nú verður farið undir fyrireikandi arbeiði til heildarætlan um vitlíki. Ein heildarætlan sum tann fyri Talgildu Føroyar í 2015.
Herfyri var útboð á Keypsportalinum eftir ráðgevum at leiða forkanningina. KT-fyritøkan Flowcore vann útboðið, og Vitlíkisstovan verður við sum undirveitari. Teirra uppgáva verður at:
- Orða eina visión fyri vitlíki í Føroyum
- Fáa íkast frá stovnum og øðrum áhugapørtum
- Fáa íblástur úr grannalondum
- Verða partur av tilmæli til landsstýrið
Vitlíki hevur stóra ávirkan á okkara samtíð og fær enn størri týdning í framtíðini. Nú er tað vorðið málsøki undir Fíggjarmálaráðnum, og saman við Talgildu Føroyum staðsett á Gjaldstovuni.
Endamálið við heildarætlanini er at seta eina greiða kós fyri, hvussu vitlíki kann brúkast á ábyrgdarfullan hátt við atliti at dátuvernd, etikk og fíggjarligt haldføri til gagns fyri alt samfelagið.
Les meira á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum í leinkinum niðanfyri: