Sjóvinnuprógvið í Skjáttuni

03. november 2025

Nú kanst tú hava sjóvinnuprógvið við í Skjáttuni

Frá nú av kunnu øll, ið hava sjóvinnuprógv, hava tað talgilt í Skjáttuni. Ein nýggjur møguleiki frá Sjóvinnustýrinum. So hevur tú tað altíð á telefonini, bæði tá tú ert á sjógvi og á landi.

Hevur tú sjóvinnuprógv skrásett hjá Sjóvinnustýrinum, er tað longu tøkt í Skjáttuni. Tú nýtist ikki gera nakað.

Skjáttan er appin, sum savnar loyvir og kort á einum stað. Í Skjáttuni finnur tú longu samleikakortið og koyrikortið, og nú leggst sjóvinnuprógvið aftrat. 

Ætlanin við Skjáttuni er, at hon skal hýsa øllum almennum prógvum og loyvum. Talgildu Føroyar hava fleiri spennandi ætlanir við appini, og í løtuni verður arbeitt við at leggja eitt valkort afturat.

Les meira um sjóvinnuprógvið á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum í leinkinum niðanfyri:
Sjóvinnubrævið er nú í Skjáttuni

Share