Samleikin fingið endurnýggjaða altjóða góðkenning
Samleikin hevur fingið endurnýggjað sína altjóða ETSI-góðkenning. Tað staðfestir, at Samleikin framvegis lýkur altjóða krøv til trygd, góðsku og álítandi talgildar tænastur.
Endurnýggjaða góðkenningin er ein álitisváttan fyri Talgildu Føroyar og staðfestir, at arbeiðsgongdir og trygdarskipanir hjá Gjaldstovuni framhaldandi samsvara við altjóða viðurkend krøv til álit, trygd, váðastýring og eftirlit.
Við umleið 52.000 brúkarum og nærum 100.000 innritanum um vikuna er Samleikin ein avgerandi tænasta, sum gevur atgongd til millum annað banka-, heilsu- og borgaratænastur. Tí er tað av stórum týdningi, at tænastan livir upp til ásettu trygdarkrøvini.
Samleikin hevur verið ETSI-góðkendur síðani 2020.
ETSI (European Telecommunications Standards Institute) er ein ES-góðkendur standardiseringsstovnur, sum mennir felags standardir fyri talgildar tænastur, elektroniskar undirskriftir og talgildar samleikar við tí endamáli at styrkja trygd og álit í talgildum samskifti.



