Samleikin brúktur 2 mió. ferðir

12. juli 2022

Síðani Samleikin varð tikin í nýtslu í oktober 2020, er hann brúktur 2. mió ferðir.

Samleikin gevur okkum atgongd til almennar og privatar tænastur alt samdøgrið, eisini tá ið talan er um at undirskriva skjøl og avtalur.

40.000 fólk hava skrásett sær Samleikan og hava harvið atgongd til mongu og fjølbroyttu tænasturnar, ið gera brúk av Samleikanum.

Eitt av aðalmálunum við Samleikanum var at seta í verk eina felags loysn fyri alt samfelagið, sum ger at føroyingar á ein og sama hátt trygt rita inn og undirskriva skjøl.

Í Talgildu Føroyum fegnast vit um góðu undirtøkuna av Samleikanum.

Í leinkinum niðanfyri sært tú, hvar Samleikin kann brúkast. Í heyst verður farið undir størri útbreiðslu av talgildu undirskriftini - bæði inni á Vanganum og hjá øðrum tænastuveitarum.

Tænastuveitarar hjá Samleikanum

Share