Samleikin brúktur 1 mió ferðir

08. februar 2022

Samleikin, sum hevur verið brúktur sum innritan og talgild undirskrift síðani oktober 2020, hevur nú rundað 1 mió. avgreiðslur.

Tað eru gott 33.000 fólk, ið hava Samleikan. Í miðal er hetta 33 innritanir fyri hvønn brúkara. Samleikin kann brúkast til talgildar tænastur hjá 19 ymiskum fyritøkum, stovnum og kommunum. Um stutta tíð fara føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til nýggju netbankarnar.

Talgildu Føroyar fegnast um, at føroyingar hava tikið Samleikan til sín. Endamálið hevur frá byrjan verið, at tað skal gerast lættari og tryggari at brúka talgildar tænastur í Føroyum. Við Samleikanum skalt tú bara minnast eitt loynital, og tú brúkar ein og sama hátt at rita inn á allar tænastur.

33.000 Samleikar og 1 mió innritanir

Share