26. februar 2025
Rakstur: Samleikin virkin aftur
20. februar 2022
Seinnapartin 20. februar var raksturin av Samleikanum raktur av tekniskum trupulleikum. Hetta hevði við sær, at tað ikki bar til at rita inn á tænastur, ið brúka Samleikan. Eitt nú Vangan og Borgaragluggan.
Vit arbeiddu við at loysa trupulleikan, og kl 20.30 vóru allar skipanir virknar aftur, so ritast kann inn við Samleikanum.