Okkara atburður er avgerandi partur av trygdini
Víðfevnandi smishing álop herja, og okkara atburður er avgerandi partur av trygdini.
Í løtuni herja víðfevnandi og álvarslig smishing álop í Føroyum. Hetta eru følsk sms-boð, ið royna at lokka persónligar upplýsingar frá fólki. Í fleiri førum síggja sms-boðini út til at vera frá Samleikanum - tað eru tey ikki.
Tá ið fólk skulu endurnýggja Samleikan gera tey tað beinleiðis í Samleika appini, og tey fáa ikki leinkið sendandi, ið biðjur tey rita inn ella vátta nakað.
Hetta er ein álvarslig støða, sum krevur, at vit øll samstarva. Saman við fjarskiftisveitarum og peningastovnum arbeiða vit á øllum mótum fyri at byrgja fyri hesum følsku sms-boðunum.
Tænastuveitarar eru partur av verjuni
Tøkniliga verjan megnar ikki at verja móti øllum álopunum. Øll, sum veita talgildar tænastur, kunnu vera við at styrkja okkara verju.
- Trygt samskifti: Sendið ongantíð teldupostar ella sms-boð við leinki í, har tit biðja fólk lata persónsupplýsingar, loyniorð o.a.
- Kunning til starvsfólk: Kunnið tykkara starvsfólk um støðuna, so at tey, ið samskifta við kundar og borgarar, kunnu vegleiða og hjálpa fólki, ið eru í iva.
- Boðskapurin skal út: Hjálpið okkum at fáa kunningina út um, at eingin skal trýsta á ókend leinki í sms boðum og teldupostum.
Mett verður, at millum 80 og 90% av øllum kt-trygdarbrotum standast av menniskjaligum ávum. Tað merkir, at okkara atburður er avgerandi fyri, um vit megna at verja okkum. Besta verjan móti sviki eru vit sjálvi.
Lesið meira um smishing álopini, og hvussu vit verja okkum á heimasíðuni hjá Samleikanum í leinkinum samleikin.fo/smishing



