Norður- og Baltalond hittust um talgilding í Føroyum
Í farnu viku vóru Talgildu Føroyar vertir fyri fundi í EK-Digital, norðurlendsku embætisnevndini fyri talgilding. Umleið 15 gestir úr Norður- og Baltalondum komu til Føroya.
Vit hava luttikið í samstarvinum, síðan arbeiðsbólkurin varð stovnaður, men hetta er fyrstu ferð, at vit eru vertir. Fundurin var hildin í Føroyum sum liður í felags føroyska-danska formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Slíkt samstarv gevur okkum innlit í, hvussu onnur lond loysa talgildar avbjóðingar. Vit síggja, hvørjar møguleikar vit hava í felag. Og samstundis er tað ein góður pallur at vísa á framstigini, sum eru gjørd í Føroyum.
Málið er, at tað skal vera líka lætt at flyta seg talgilt millum Norður- og Baltalondini, sum at ferðast millum tey. Tú skalt kunna búgva, arbeiða, lesa og virka í einum øðrum landi uttan talgildar forðingar.
Tí snúði ein partur av fundinum seg um, hvussu loysnir sum Samleikin og Skjáttan kunnu brúkast í grannalondunum. Fyri at tað letur seg gera, mugu skipanirnar eyðmerkja sama persón tvørtur um landamørk. Talgildu Føroyar arbeiða við at fáa samsvar millum føroysk p-tøl og donsk CPR-nummur. Hetta vekir stóran áhuga í hinum londunum.
Aftrat fundinum fingu gestirnir eisini høvi at uppliva eitt sindur av Føroyum. Tey vóru víst runt á Tinganesi, til kaffi í Fíggjarmálaráðnum, og vitjaðu eisini í Havnar kirkju. Kvøldskráin gekk fyri seg í Kirkjubø og á Velbastað.
Hóast veðrið ikki vísti seg frá bestu síðu, varð skrúvað upp fyri føroyskum gestablídni, og gestirnir fóru væl nøgdir avstað aftur.



