Nordregio: Samleikin er sniðgivin við atliti at brúkarunum

23. juni 2025

Talgildir samleikar eru ein hornasteinur í talgildu menningini. Frágreiðingin "Digital Identity for All" frá Nordregio staðfestir, at føroyski Samleikin er ein dygdargóð og framkomin loysn, sum kann vera fyrimynd fyri onnur.

Nordregio, norðurlendski granskingarstovnurin innan økismenning, politikk og ráðlegging, hevur fyri stuttum givið út frágreiðing um verkætlanina Digital Identity for All. Frágreiðingin lýsir, hvussu talgildir samleikar verða brúktir í  Føroyum, Grønlandi og Álandi. Kannað varð, hvussu tað er eydnast við talgildari inklusjón í teimum trimum londunum.
Granskarar frá Nordregio vitjaðu í Føroyum í 2024 og gjørdu samrøður við yvir 20 ymiskar aktørar, m.a. bankar, MEGD, Landsfelag Pensjónista, Útlendingastovuna og okkum í Talgildu Føroyum.

Samleikin: brúkarin í miðdepilin frá byrjan

Grønland brúkar danska MitID og Áland finsk BankID loysnir, meðan vit í Føroyum hava ment okkara egna talgilda samleika, Samleikan. Hetta hevur tryggjað okkum eina loysn, sum bæði tekur støði í føroyskum viðurskiftum og lýkur altjóða trygdarkrøv.

Frágreiðingin staðfestur, at Samleikin er:

  • mentur í tøttum samstarvi við brúkarar
  • dygdargóður og tryggur sambært altjóða krøvum
  • og sniðgivin við atliti at talgildari inklusjón.

Í frágreiðingini vísir Nordregio eisini á, hvat hevur riggað serliga væl við Samleikanum.

  1. Samstarv
    Gott samstarv við felagsskapir og stovnar hevur tryggjað, at ymiskir brúkarabólkar eru tiknir við í menningini.
  2. Brúkaravinsemi
    Samleikin er lættur at brúka, fæst sum app og geymi, og tú kanst skráseta teg við útlendskum samleikakortum.  
  3. Hjálp og vegleiðing
    Fólk kunnu fáa hjálp á telefon og við uppmøting. Tænastuveitarar, sum bankar hava, verið virknir í at vegleiða brúkarar – eitt úrslit av góðum samstarvi og felags ábyrgd.

Hvat kunnu vit menna víðari ?

Frágreiðingin nevnir eisini, at tað er pláss fyri bata hjá Samleikanum, fyri at so nógv sum møguligt skulu kunna brúka Samleikan.

  • At gera Samleikan enn betri og greiðari fyri tilflytarar
    Metnógvir útlendingar eru fluttir til Føroyar seinastu árini, og allir hava ikki eins lætt við at brúka Samleikan og skilja, hvat hann kann brúkast til.
  • At tryggja at fólk við breki fáa somu møguleikar
    Samleikin lýkur krøv um talgilda atkomu og er serliga hentur fyri t.d. sjónveik, men aðrir bólkar innan brekøkið skulu vera meira fevndir av talgildu menningini.
  • Fáa kommunurnar at taka ein virknari leiklut
    Víðka samstarvið við kommunurnar. Vit hava longu eitt gott samstarv á Vanganum, og tí er tað ein funnin fressur at byggja víðari á hetta og geva kommununum ein týðiligari leiklut innan vegleiðing og aðrar tænastur innan talgilding.

Tilmæli til framtíðar arbeiði

Nordregio frágreiðingin váttar, at tað var røtt og framskygd avgerð at menna ein føroyskan samleika heldur enn at taka ein útlendskan í brúk. Samleikin er eitt dømi um, hvussu til ber at menna loysnir, sum eru tryggar, brúkaravinaligar og sniðgivnar við atliti til okkara samfelag.
Men arbeiðið heldur fram, talgilding fyllir alsamt meira í samfelagnum. Eitt aðalmál hjá Talgildu Føroyum hevur frá byrjan verið, at øll, sum vilja, skulu kunna vera við. Vit mugu tí framhaldandi leggja dent á brúkaravinsemi, atkomu og talgilda inklusjón. Tí er hetta eisini eitt greitt mál í nýggju heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar 2.0.

Les alla frágreiðingina í leinkinum niðanfyri:

Nordregio: Digital Identity for all

Share