Mínboks - tryggi postkassin, sum fleiri og fleiri brúka
Mínboks hevur rundað 40.000 brúkarar – ert tú ein teirra?
Talgildu Føroyar fegnast um, at Mínboks nú hevur 40.000 brúkarar, sum brúka talgilda postkassin regluliga. Stóra tilgongdin staðfestir, at fleiri velja trygga og álítandi postkassan til samskifti. Við Mínboks hevur tú altíð vissu um, hvar tíni týdningarmiklu skjøl eru.
Mínboks hevur longu fleiri ár á baki, og í 2023 fekk hon støðu sum almenni talgildi postkassin í Føroyum, tá ið Løgtingið samtykti lóg um Mínboks. Hetta merkir, at samskifti í Mínboks hevur sama rættarvirknað sum vanlig brøv. Lógin staðfestir eisini, nær brøv eru komin fram – nevniliga tá ið tey eru atkomandi í Mínboks.
Hetta gevur bæði sendara og móttakara tryggleika fyri, at talgilda samskiftið hevur sama trúvirði og rættarstøðu sum pappírsbrøv.
Talgilding lønar seg - spyr bara TAKS
TAKS hevur altíð gingið undan í talgilding. Tey hava brúkt Mínboks í gott 10 ár. Hetta hevur loyst seg væl fyri tey. Hesi árini hevur TAKS spart heili 30 mió. kr. í postgjaldi. Eitt greitt dømi um, hvussu stórar sparingar talgilding kann hava við sær fyri tað almenna.
Nýggjar funkur til bæði brúkarar og stovnar
Síðan Talgildu Føroyar yvirtóku Mínboks, hevur tað áhaldandi verið arbeitt við at menna postskipanina. Endamálið er at tryggja brúkarunum lætta og trygga atgongd, samstundis sum tað verður lættari hjá stovnum og virkjum at senda post í Mínboks.
Trygg atkoma fyri øll
Mínboks er trygg og brúkaravinarlig loysn, sum gevur øllum møguleika at samskifta talgilt – eisini teimum, sum ikki sjálvi duga ella kunna rita inn. Við talgildari fulltrú kanst tú fáa ein avvarðandi at hjálpa tær við Mínboks. Tá tann, ið hevur fingið tína fulltrú, ritar inn á sín Vanga, síggja tey eisini tín post. Hetta er bæði lætt og trygt og hevur við sær, at øll kunnu vera við í talgilda samskiftinum.
Mínboks samstarvar við Skjalhald
Í løtuni verður arbeitt við at knýta Mínboks í Skjalhald, sum er journalskipan, ið flestu almennar stovnar nýta. Á henda hátt kunnu teir senda brøv úr Skjalhaldi beint í Mínboks. Samskifti verður rætt journaliserað og sparir nógva tíð hjá starvsfólkunum.