Jólakvøða til tænastuveitarar

17. desember 2023

2023 er farið at halla, og vit í Talgildu Føroyum líta aftur á eitt spennandi ár, har vit saman við tykkum, tænastuveitarum og samstarvsfeløgum, hava gjørt risafet á talgildu leiðini. Ein leið har ferðslan økist í hvørjum.

Í okkara jólatíðindum kanst tú lesa um nøkur av hæddarpunktunum í brátt farna ári. Vit arbeiða á fleiri mótum og kunnu gleðast um góða samstarvið og framgongdina við allar tænastuveitarar.

jólamynd av miðbýnum í Havn

Gleðilig úrslit og gott álit

Í heyst gjørdu vit eina nøgdsemiskanning millum brúkarar. 700 fólk luttóku í kanningini, har vit spurdu um nýtsluna av Samleikanum og Vanganum.

Í spurninginum "Hvussu er Samleikin sum heild at brúka" svaraðu 86%, at Samleikin er lættur at brúka. Hetta gevur eina góða ábending um, at arbeiðið við nýtslusemi og brúkaratestum hevur lønt seg væl. Brúkaravinsemi hevur stóran týdning, tá ið hugsað verður um, at Samleikin verður brúktur á leið 15.000 ferðir um dagin. Til samanberingar koyra tað á leið 6.000  bilar um samdøgrið gjøgnum Eysturoyartunnilin.

úrslit frá nøgdsemiskanning um Samleikan og Vangan

Góðu úrslitini staðfesta, at tað hevur eydnast okkum at veita góða tænastu við at seta brúkaran í miðdepilin.

Trygd er ein hornasteinur í Talgildu Føroyum, og vit eru ovurfegin um, at føroyingar hava álit á okkara tænastum. 84% søgdu seg hava stórt álit á Samleikan og Vangan.

Vit hava eina skyldu mótvegis fólki og tænastuveitarum at varðveita hetta álitið. Tað er avgerandi fyri okkara felags framgongd innan talgilding. Tryggar felagsloysnir gera tað lættari hjá fólki at flyta seg runt í talgilda heiminum. Fyri tænastuveitarar skapar álitið eitt betri samband við viðskiftafólkini, tí tey trygt og lætt kunnu samskifta sínamillum.

Skjáttan skaraði framúr í App Store

Nýggjasti spírin er Skjáttan. Appin, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti, varð væl móttikin, tá ið hon kom út í vár. Longu fyrsta dagin tóku 10.000 fólk appina niður á telefonina. Skjáttan var so væl umtókt, at hon lá nr. 1 á danska Appstore sama dag, hon kom út.

Í dag verður appin brúkt í ferðsluni, og tá vit skulu vísa samleikaprógv. Áhugin er stórur fyri at brúka hana í øðrum høpi. Vit eru í samráð við bæði kommunalar, almennar og privatar tænastuveitarar um at brúka Skjáttuna. Á tænastuveitaradegnum, 8. november, greiddi Apoteksverkið frá sínum ætlanum at brúka Skjáttuna til handkeypsautomatir, har tú skalt prógva tín aldur fyri at keypa. Hetta er spennandi verkætlan, og tekin um at Skjáttan kann brúkast til fjølbroytt endamál.

Politistur skannar koyrikort við Skjáttuni

At hava koyrikortið uppi á sær eigur at vera ein vani í ferðsluni - líka sum at brúka trygdarbelti. Tað er ein stórur fyrimunur, at nógv hava fingið sær Skjáttuna, tí fólk gloyma ofta koyrikortið, men sjáldan telefonina. Tað ger okkara arbeiði lættari og skjótari, at vit kunnu vátta samleika og koyrikort bara við at brúka telefonina”, sigur Karl Leonsson, løgreglumaður, og leggur afturat, at gott hevði verið, um enn fleiri fingu sær Skjáttuna.

Fulltrú - talgilding fyri øll

Í 2023 hevur nógv verið tosað um talgilda inklusjón, og hvussu vit tryggja flestu fólkum talgilda atkomu.

So hvørt sum úrvalið av talgildum tænastum økist, gerast vit meira tengd at luttøku. Vit mugu í felag tryggja, at eingin verður avskorðin frá samfelagstýðandi tænastum.

Fleiri enn 45.000 fólk hava skrásett sær Samleikan. Hetta eru fólk í aldrinum 13 ár og eldri, ið hava P-tal. Enn eru nakrir samfelagsbólkar, ið ikki kunnu ella vilja luttaka í talgildingini. Talan kann vera um fólk

  • ið vilja hava hjálp við persónligum viðurskiftum
  • ið hava skerdar førleikar
  • ið ikki kunnu hava Samleikan
  • ið eru undir verjumáli.

Nú kunnu tænastuveitarar á Vanganum bjóða talgilda fulltrú til síni viðskiftafólk. Hetta hevur við sær, at enn fleiri fólk fáa gagn av tænastunum.

Við talgildari fulltrú kanst tú geva einum avvarðandi loyvi at virka fyri teg á Vanganum. Viðkomandi ritar inn á sín persónliga Vanga og fær atgongd til tínar upplýsingar. Tú hevur yvirlit yvir, hvør hevur fulltrú og kanst altíð taka fulltrúina aftur.

At byrja við kanst tú fáa og geva talgilda fulltrú í Mínboks og hjá Apoteksverkinum. Talgild fulltrú er týðandi fyri tænastustøðið á Vanganum. Vendið tykkum til okkum, um tit vilja hoyra meira um talgilda fulltrú.

Postmoderna Mínboks

Í ár er orka løgd í at nútímansgera Mínboks - bæði tekniskt og løgfrøðiliga. Í vár samtykti eitt samt løgting lóg um Mínboks. Við lógini fekk Mínboks status sum almenna talgilda postskipanin í Føroyum, ið er javnstillað vanligan pappírspost. Rættarstøðan, um nær eitt bræv er komið fram, er fastløgd í lógini.

Mínboks er ætlað sum samskiftismiðil, har vit trygt kunnu senda og móttaka persónsviðkvæmar dátur.

Á tekniska partinum er umsitingin gjørd einfaldari og við nýggjum hentleikum. Tænastuveitarar kunnu m.a. síggja, um ein borgari hevur Mínboks, og um viðkomandi hevur lisið postin, sum er sendur. Hetta skal gera tað lættari hjá tykkum at umsita samskifti í Mínboks.

Virkið logo

Virkið fer av bakkastokki næsta ár

Arbeiðið við at menna føroyska virkisskrá er komið væl áleiðis. Greitt er at Virkið, sum er navnið á nýggju tænastuni, verður klárt at taka í nýtslu komandi ár.

Virkið verður eitt stórt frambrot fyri føroyskt vinnulív og almenna umsiting. Vinnurekandi fara frá handaligum skrásetingum hjá ymiskum almennum myndugleikum til at gera tað talgilt á einum stað. Samstundis verða upplýsingar hjá Skráseting Føroya og TAKS alment atkomuligar. Virkið fer sostatt at skapa gjøgnumskygni yvir føroyska virkislendið.

Í Talgildu Føroyum hevur Heini Hátún verið verkætlanarleiðari á Virkinum frá byrjan. Í heyst fekk Heini í boði at gerast stjóri á Sjósavninum, og hann tók av.  Hetta hevði við sær, at verkætlanin, Virkið, øll varð endurskoðað. Jónsvein Simonsen er vorðin verkætlanarleiðari á Virkinum. Jónsvein hevur verið í Talgildu Føroyum sum rakstrarleiðari síðan 2018. Harumframt var hann verkætlanarleiðari á Samleikanum og Skjáttuni. Tað er eingin ivi um, at uppgávan er latin í røttu hendur, og nú verða allar kreftir settar inn í endaspurtin av arbeiðinum.

starvsfólk í Talgildu Føroyum

Nógvar spennandi uppgávur og samstørv eru fyri framman í 2024, sum vit gleða okkum til.

Við hesum ynskja vit tykkum øllum eini gleðilig og friðsæl jól við bestu ynskjum um eydnuberandi nýggjár.

Talgildu Føroyar

Share