Jólaheilsan úr Talgildu Føroyum

15. desember 2025

Góðu samstarvsfelagar og tænastuveitarar

Nú árið er farið at halla, standa talgildu varðarnir, ið vit hava laðað í felag, sum prógv um gott samstarv. Jólini stunda til, og vilja vit nýta høvið at takka tykkum fyri árið.

Skjáttan røkkur nú út um landoddarnar 

Í ár hevur Skjáttan veruliga tikið dik á seg. Vit hava fingið nýggj kort frá Sjóvinnustýrinum, og onnur eru á veg. Verkætlanin við talgildum valkorti er farin av bakkastokki við einum vælmannaðum arbeiðsbólki, ið skal taka øll neyðug fyrilit fyri fólkaræðinum og sjálvari valskipanini.

Eitt tað størsta framstigið er, at talgilda koyrikortið í Skjáttuni er góðkent í Danmark og tað danska í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at talgild koyrikort verða viðurkend tvørtur um landamørk. Tað skal vera lætt at vera talgildur borgari í Norðurlondum. Hetta evnið fyllir nógv í norðurlendskum samstarvi, og vit arbeiða víðari við, at Samleikin eisini verður góðkendur í grannalondunum.

Vitlíki - nýggir møguleikar og felags kós

Vitlíki er vorðið nýtt málsøki hjá Fíggjarmálaráðnum, sum Gjaldstovan hevur fingið at umsita. Eingin ivi er um, at hetta fer at fylla nógv komandi árini.

Í heyst fóru vit undir at fyrireika eina heildarætlan fyri alt samfelagið. Visiónin er at nútímansgera samfelagið, økja um kappingarføri, styrkja okkara førleikar, og verja føroyskt mál og mentan við ábyrgdarfullari nýtslu av vitlíki. Hetta krevur greiningar, hoyringar og gott samstarv. Vit hava longu havt fleiri verkstovur við einum breiðum skara av áhugapørtum, og samskift við okkara grannalond um teirra ætlanir. Áhugin hevur verið stórur, og tað fegnast vit um.

Tøkni kann verða avgerandi fyri at loysa stóru samfelagsavbjóðingarnar, eitt nú tørvin á arbeiðsmegi. Fyri vinnuna gevur vitlíki nýggjar møguleikar fyri nýskapan og øktum kappingarføri.

Vit fara at kunna meira um arbeiðið við forkanningini komandi vár.

Snarboð - tá boð skulu út, alt fyri eitt

Hvussu fært tú skjótast givið borgarum boð, um vatnið er dálkað, ella streymurin verður slitin? Og kann Vangin brúkast til hetta?

Svarið er snarboð. Ein nýggj tænasta ment á Vanganum í samstarvi við kommunurnar og SEV.

Flestu fólk hava longu Vangan sum app á telefonini, og telefonin er næstan altíð við hondina. Hetta er ein munagóður máti at røkka borgaran. Við Snarboðum kunnu boð sendast í mun til bústað ella P-tal. Borgarin fær eini boð á telefonina, sum kunnu lesast uttan at rita inn. Tey fullfíggjaðu boðini eru á Vanganum.

Vit síggja nógvar spennandi møguleikar fyri tænastuveitarar at samskifta beinleiðis við borgaran. Skjótt og málrættað við snarboðum.

Føroyski leisturin stendur seg væl 

Norðurlendsk gransking um talgilda inklusjón staðfesti í ár, at okkara føroyski leistur riggar. Við at menna Samleikan til føroyskan tørv, hava vit fingið eina av heimsins hægstu undirtøkum av talgildum tænastum.

Undirtøkan er eisini tykkum tænastuveitarum at takka. Tit hava tryggjað, at Samleikin er komin út um alt landið og skapar virði í gerandisdegnum.

Arbeiðið heldur fram. Talgild inklusjón krevur, at loysnirnar, ið fólk rita inn á, eru so lættar at brúka, at øll kunnu vera við. Og tá tøknin ikki røkkur, er 1881 til reiðar at hjálp. Persónlig hjálp er framvegis ein raðfesting, tí vit vilja tryggja, at tøknin er atkomulig fyri øll. 

Les meira um gransking í leinkinum niðanfyri.

Digital Identity for all?

 

Nú stundar til høgtíð og hvíld. Vit gleða okkum til 2026 saman við tykkum at taka nýggj tøk innan talgilding og vitlíki.

Go to this Sway

 

 

Share