05. mai 2026
Forkanning um vitlíki handað: Klárt at fara undir heildarætlan
05. mai 2026
Landsstýrismaður í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, hevur fingið forkanning um vitlíki handaða.
Frágreiðingin verður grundarlag undir einari heildarætlan, ið skal tryggja ábyrgdarfulla nýtslu av tøknini í Føroyum.
Forkanningin byggir á greiningar og verkstovur við einum breiðum skara av luttakarum úr vinnu, fakfeløgum, almennum stovnu og áhugabólkum. Kanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur í Føroyum, men tørvur er á felags kós, sterkum førleikum og at verja føroyska málið.
- Les forkanningina her: Forkanning um vitlíki
- Les tíðindskriv frá Fíggjarmálaráðnum her: Forkanning um vitlíki handað landsstýrismanninum
Forkanningin er gjørd í samstarvi við fyritøkurnar Usable og Vitlíkisstovuna.



