Flyt bústað á Vanganum

07. mars 2022

Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu ella til annan bústað í kommununi?

Nú sleppur tú undan at fara oman á Snarskivuna á Vaglinum, tá ið tú flytur til nýggjan bústað í Tórshavnar kommunu. Framyvir kanst tú fara inn á Vangan at boða frá flyting. Tú kanst fráboða flyting fyri teg og títt húski samstundis. Fráboðanin verður sjálvvirkandi skrásett í skipanina hjá Tórshavnar Kommunu. Síðani góðkennir Landsfólkayvirlitið á Umhvørvisstovuni skrásetingina. Hetta er vanliga dagin eftir at fráboðanin um flyting er skrásett, og tá hevur tú nýggjan bústað. 20 aðrar kommunur eru í gongd við menning á Vanganum, so tær eisini kunnu bjóða hesa tænastuna. Hetta verður seinni í ár.

Tá tú skrásetir nýggjan bústað, fáa m.a. fylgjandi stovnar boð um nýggja bústaðin.

  • Landsfólkayvirlitið
  • TAKS
  • Almannaverkið
  • Heilsutrygd
  • Landssjúkrahusið

Posta, peningastovnar, tryggingarfeløg, SEV og oljuveitarar fáa ikki boð um flyting, so teimum mást tú minnast til at boða frá.

Nýggja tænastan er einans tøk, um tú frammanundan býr í Føroyum og skalt flyta til Tórshavnar kommunu. Flytur tú úr útlondum skalt tú framvegis møta upp hjá kommununi. Í fjør skrásetti Tórshavnar kommuna slakar 2000 fráboðanir um flyting.

Les meira um at flyta í Tórshavnar kommunu í leinkinum niðanfyri

Flyt bústað á Vanganum

Share