Fimm ár seinni: Samleikin og Vangin partur av gerandisdegnum
Fimm ár eru liðin, síðani Samleikin og Vangin vórðu alment tikin í nýtslu. 27. oktober 2020 gjørdist byrjanin upp á eitt tíðarskeið, har føroyingar kunnu avgreiða stóran part av sínum ørindum trygt, lætt og tá ið tað hóskar teimum best.
Saman við stovnum, kommunum og vinnuni eru stór framstig gjørd hesi fimm árini. Vit kunnu bíleggja heilivág, so hann er klárur at heinta á apotekinum. Flyta bústað uttan at møta upp hjá kommununi. Vit kunnu søkja inn á miðnám ella á Setrið og síðani um studning – alt á sama stað. Skal bilurin seljast, kann eigaraskifti gerast á Vanganum, og við talgildari undirskrift er alt avgreitt beinanvegin – uttan at skriva skjøl út og skanna inn aftur. Avgreiðslur, ið fyrr kundu taka upp til fleiri vikur, verða nú avgreiddar upp á fáar minuttir.
Saman um at talgilda Føroyar
Kommunurnar eru stórur partur av drívmegini. Tær hava í felag ment loysnir, sum gera tað lættari og tryggari at virka í einum lítlum, men framkomnum landi. Soleiðis fáa vit øll somul góða tænastu, við trygd og brúkaravinsemi uttan mun til, hvar í landinum vit búgva.
Vit fegnast um, at føroyingar hava tikið loysnirnar væl til sín. Nærum 50.000 fólk hava nú fingið sær Samleikan og brúka hann dagliga til at avgreiða viðurskifti á Vanganum, í netbankum og til alskyns aðrar tænastur. Norðurlendsk gransking hevur staðfest, at ein av orsøkunum til ta góðu móttøku sum Samleikin hevur fingið er, at hann er mentur til føroyskan tørv og viðurskifti.
Trygd og brúkaravinsemi hava verið hornasteinar undir allari menningini, og eru tað framvegis.
Men talgilding snýr seg um meira enn tøkni. Tað snýr seg um at tryggja, at vit eisini í framtíðini hava eitt vælferðarsamfelag, sum hongur saman.
Eitt samfelag, har vit megna at bjóða tænastur á skilagóðan hátt, brúka orku og vitan væl og skapa pláss fyri bæði nýskapan og trivnað.
Talgilda ferðin heldur fram. Talgildu Føroyar eru farnar undir næsta stig sambært heildarætlanini Talgildu Føroyar 2.0, sum Løgtingið samtykti í summar.
Her hevur vitlíki ein týðandi leiklut, sum eitt amboð, sum skal hjálpa okkum at brúka okkara tíð, dátur og orku skynsamari.
- Samleikin er talgild undirskrift og innritan
- Vangin savnar tænastur hjá kommunum og stovnum á einum stað
- Skjáttan er talgilt koyrikort og borgarakort. Skjótt verða enn fleiri kort at finna í appini.
- Arbeitt verður við at kunna gera videoviðtalur á Vanganum, so fólk t.d. kunnu hava læknaviðtalu við hús.
- Arbeitt verður við at kunna brúka Samleikan at rita inn á talgildar tænastur í Danmark og seinni øðrum norðurlondum.



