FarGen partur av Vanganum
Ílegusavnið veitir nú føroyingum fleiri upplýsingar á Vanganum. Hesa ferð er talan um FarGen-verkætlanina. Tey 1540 fólkini, ið luttaka í FarGen, kunnu nú síggja á Vanganum, hvørjum granskingarverkætlanum tey eru partur av, og nær tey lótu samtykki til at luttaka. FarGen er gott høvi hjá føroyingum at luttaka í granskingarverkætlanum, sum heilsuverkið kann fáa ágóðan av.
FarGen er verkætlan hjá Ílegusavninum. Tað er eisini Ílegusavnið ið skipar, byggir upp og fyrisitur nógv vitjaðu Ættarbandsskránna.
Í Talgildu Føroyum eru vit sera fegin um samstarvið við Ílegusavnið og FarGen. Føroyingar hava tikið sera væl ímóti Ættarbandsskránni. Fyrsta árið við Vanganum vísti, at Ílegusavnið hevði mest vitjaðu síðuna. Ílegusavnið hevur eisini merkt størri áhuga fyri FarGen, og seinasta árið er talið av tilmeldingum trífaldað, hóast ongar blóðroyndir verða tiknar í løtuni. Næsta stigið verður, at til ber at tekna seg til FarGen inni á Vanganum. Hetta verður eftir ætlan klárt tíðliga komandi ár.