Betri Trygging fer at nýta Samleikan
Nú verður enn lættari at vera kundi hjá Betri Trygging.
Felagið hevur ment eina kundasíðu nevnd “Mín Trygging”, har kundar skjótt og lætt kunnu boða frá skaða og fáa yvirlit yvir tryggingaviðurskiftini.
Har verður ritað inn við Samleikanum, ið er ein føroysk loysn.
- Eg eri sera errin av, at vit nú kunnu bjóða kundunum eina føroyska, talgilda loysn. Betri Trygging er eitt føroyskt felag burturav. Vit eru grundað í Føroyum og kundarnir eiga okkum. Tí stuðla vit fegin føroyskari menning, sum flytir samfelagið framá, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.
Betri Trygging er 10. tænastuveitari, ið bjóðar viðskiftafólkum sínum at rita inn við Samleikanum. Tey 28.000 fólkini, ið hava fingið sær Samleikan, kunnu sostatt brúka somu innritan, um tey fara inn á Vangan, Borgaragluggan, Tinglýsingina ella koronupassið - og nú tá tey til dømis skulu boða frá skaða hjá Betri Trygging.
Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, fegnast somuleiðis um samstarvið.
- Betri Trygging hevur verið ein aktivur viðleikari í menningini av Talgildu Føroyum, síðani verkætlanin sá dagsins ljós – eisini fíggjarliga. Nú fáa kundar teirra ágóðan, tí tað verður lættari og tryggari at ferðast í talgilda heiminum, sigur hann.
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, leggur høvuðsdentin á trygdina og møguleikarnar í Samleikanum.
- Breiða, talgilda undirstøðukervið, sum Samleikin bjóðar, ger, at vit kunnu menna fleiri og betri tænastur til kundarnar. Hjá okkum er trygdin í hásæti – eisini tá kundin ferðast á netinum. Hartil verður tað nú lættari hjá kundunum at samskifta við okkum, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.
Aðrir tænastuveitarar eru eisini á veg til at brúka Samleikan sum innritan. Millum annað hava føroysku peningastovnarnir boðað frá, at teir fara at brúka Samleikan til netbankarnar tíðliga næsta ár.
Á nýggju heimasíðuni hjá Betri Trygging ber til at rita inn við Samleikanum og soleiðis fáa yvirlit yvir tryggingarnar og boða frá skaða.