Betri og lættari umsiting við nýggjum rakstrartreytum
Talgildu Føroyar hava lagt allar rakstrarsáttmálar við tænastuveitaranar um til rakstrartreytir.
Endamálið við broytingini er at lætta um avtaluumsitingina og gera hana meira gjøgnumskygda.
Heldur enn at samskifta við tænastuveitarar hvør sær, og savna saman undirskriftir frá øllum tænastuveitarum, eftir hvørja avtalubroyting, er settur ein felags standardur, har allar broytingar í rakstrartreytunum verða lagdar út á heimasíðuna hjá Talgildu Føroyum.
Tænastuveitarar fáa kunning um broyting í rakstrartreytum í minsta lagi tríggjar mánaðar áðrenn broytingin kemur í gildi. Við at halda fram at brúka tænastuna verða treytirnar góðkendar. Annars kann avtalan sigast upp.
Við hesum átaki verður tað skjótari og lættari at gera neyðugar broytingar, og øll fáa somu góðu tænastu. Broytingin er longu komin í gildi fyri Samleikan og Vangan og 1. juni 2026 verður tað eisini galdandi fyri Heldina.
Munurin á rakstrarsáttmála og rakstrartreytum
- Rakstrarsáttmáli: Ein avtala, ið skal undirskrivast av báðum pørtum hvørja ferð, ein broyting verður gjørd.
- Rakstrartreytir: Ein felags standardur fyri allar tænastuveitarar. Broytingar verða lýstar á heimasíðuni og koma í gildi uttan krav um nýggja undirskrift.
Broytingin fevnir um rakstrartreytir um Samleikan, Vangan, Mínboks og Heldina.



