Avgreið títt tunnilshald á Vanganum
Nú er Tunnil vorðin partur av Vanganum, og tú kanst avgreiða og umsita tíni tunnilshald og gjøld á Vanganum. Tú sært eisini yvirlit yvir túrarnar, tú hevur koyrt gjøgnum undirsjóvartunnlarnar.
Tunnil er 8. tænastuveitari á Vanganum og fyrsta almenna partafelag at gerast partur av Vanganum.
Tú fært atgongd til Vangan við Samleikanum. Tú brúkar sostatt ein og sama máta at rita inn og sleppur undan at hava fleiri brúkaranøvn og loyniorð. Útvið 28.000 fólk hava fingið sær Samleikan og hava harvið atgongd til Vangan. Vangin er tænastuportalur, sum savnar sjálvgreiðslur, har brúkarauppliving og dátutrygd eru í hásæti. Ein skipað og miðsavnað talgilding er við til at hækka tænastustøðið mótvegis brúkarunum.
Hevur tú ikki tunnilshald frammanundan, kanst tú tekna tað inni á Vanganum. Tað er bíligari at koyra gjøgnum tunnlarnar við haldi enn at gjalda fyri stakar túrar. Tunnilshaldið er fyrsta gjaldstænasta á Vanganum, og fara vit at síggja fleiri líknandi tænastur á Vanganum komandi tíðina.
Tunnil og Talgildu Føroyar fegnast um samstarvið. Við hesum hava vit knýtt tvey týðandi undirstøðukervi saman, sum er til gagns fyri brúkaran. Endamálið hjá báðum er at knýta føroyingar saman.
Tunnil og Talgildu Føroyar