ÁVARING: Umfatandi smishing-álop í Føroyum í løtuni
Í løtuni herjar eitt stórt og álvarsamt álop í Føroyum á SMS-boðum og teldupost.
Nógv fólk fáa boð við leinkjum, sum royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum. Endamálið er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening.
Hvussu fer svikið fram?
SMS-boðini innihalda eitt leinki. Trýstir tú á leinkið, kemur tú inn á eina heimasíðu, ið líkist einari veruligari føroyskari heimasíðu (t.d. hjá banka, posthúsi ella nethandli). Har verður tú biðin um at upplýsa kortnummar, loyniorð ella at rita inn við Samleikanum. Ofta handlar tað um at rinda eina smávegis upphædd.
Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.
Góð ráð til at verja teg:
- Trýst ongantíð á leinki í SMS-boðum: Myndugleikar og peningastovnar biðja teg ONGANTÍÐ um at rita inn ella upplýsa loyniorð gjøgnum eitt leinki í einum SMS ella telduposti.
- Góðkenn ONGANTÍÐ við Samleikanum, um tú ikki sjálv/ur ritar inn: Hevur tú ikki sjálv/ur sett eina gerð í gongd, skal ein áheitan á Samleika-appina ongantíð góðkennast.
- Steðga á og hugsa teg um: Hevur tú havt nakað samskifti við sendaran í seinastuni? Væntaði tú at fáa hesi boðini? Hevur tú biðið um at fáa eitt leinki sendandi?
- Kanna heimasíðuna: Í staðin fyri at trýsta á leinkið, far so beinleiðis inn heimasíðuna hjá fyritøkuni (skriva adressuna í kagan).
- Kanna sendaran: Hygg at telefonnummarinum, teldupostinum og leinkinum. Ofta sær tað misvísandi út, hóast navnið á sendaranum sær rætt út.
Hvat skalt tú gera, um tú hevur trýst á leinkið?
Hevur tú illgruna um, at tínar kortupplýsingar eru misnýttar:
- Rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt.
- Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.
- Hevur tú illgruna um Samleikan: Far undir stillingar og vel Endurnýggja Samleikan. Fylg mannagongdini, og vel nýtt loynital.
Starvsfólk hjá peningastovnunum og Talgildu Føroyum arbeiða saman við fjarskiftisveitarum og kt-veitarum at steðga álopinum.
Tórshavn 5. Februar
Talgildu Føroyar
Føroya Banki
Betri Banki
Norðoya Sparikassi
Suðuroyar Sparikassi
Føroya Politi



