Aldursmarkið niður í 13 ár

27. apríl 2022

Løgtingið samtykti í gjár lógaruppskot um at lækka aldursmarkið at fáa Samleikan úr 15 árum niður til 13 ár.

Fleiri áhugapartar hava víst á tørvin at lækka aldursmarkið. Eitt nú hava peningastovnarnir víst á, at ung byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár. Kommunurnar vilja gjarna brúka Samleikan, tá ið ung søkja starv í "Ung í arbeiði" um summarið. Koronupassið varð eisini nevnt sum dømi, tí 13 ára gomul kundu fáa vaccination.

Tað eru einstøku tænastuveitarar, ið avgera, hvat tú fært atgongd til við Samleikanum. Hevur ein tænasta aldursmark, er tað eisini galdandi við Samleikanum.

Tað eru knapt 700 fólk í hvørjum árgangi í Føroyum, so talan er um umleið 1.400 fólk, ið nú kunnu brúka Samleikan.

Lógarbroytingin kemur í gildi sama dag, hon verður kunngjørd. Hetta verður ein av komandi døgunum.

Share