2021 - árið, ið fór

20. desember 2021

Nú 2021 er farið at halla, kunnu vit í Talgildu Føroyum hyggja aftur á eitt spennandi ár, har vit saman við tykkum samstarvsfeløgum hava gjørt nøkur risa fet. Vit arbeiða í felag við einum týðandi undirstøðukervi, har ferðslan bara økist.

Bæði Samleikin og Vangin hava verið virkin í eitt gott ár. Vit kunnu ikki siga annað enn, at føroyingar hava tikið væl ímóti báðum loysnunum. Fyri framman er føroysk virkisskrá, forkanningin um talgilt koyrikort er liðug, og enn fleiri tænastur koma á Vangan og Samleikan.

Vit eru komin langt við at talgilda Føroyar, men enn er nógv eftir. Tú kanst lesa meira um arbeiðið, sum er farið fram í ár, og hvat er á skránni næsta ár niðanfyri.

Árið, ið fór - 2021

Vit ynskja tær eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.

Share