15.000 fólk hava longu tikið Skjáttuna niður

27. apríl 2023

Síðani Skjáttan varð tikin í nýtslu fyri einari viku síðani, hava 15.000 fólk tikið appina niður. Longu fyrsta samdøgrið tóku 8.913 fólk appina niður. Hetta hevði eisini við sær, at Skjáttan lá nummar 1 á listanum fyri ókeypis appir í App Store og nummar 4 hjá Play Store.

Góða undirtøkan av Skjáttuni gevur okkum eina greiða fatan av, at tað hevur verið eftirspurningur eftir eini talgildari útgávu av koyrikortinum. Árliga fáa umleið 100 fólk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, tá ið tey verða steðgað av Politinum.

Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti. Koyrikortið er sjálvboðið ískoyti til tey, ið heldur vilja hava koyrkortið á telefonini.

Síðani Skjáttan varð tikin í nýtslu, hava nógv sett seg í samband við Talgildu Føroyar við áhuga fyri at gerast partur av Skjáttuni. Skjáttan er ætlað at hýsa ymiskum talgildum loyvum og prógvum.

Les meira um, hvussu tú fært Skjáttuna og brúkar hana á www.samleikin.fo/skjáttan

Skjáttan nummar 1 á App Store

Share