Tænastuportalurin fer at gera tað lættari hjá borgarum at røkka almennum talgildum tænastum. Ein felags portalur, har allar tænasturnar eru savnaðar skal geva borgarum eitt samlað yvirlit yvir persónlig viðurskifti, freistir, samskifti og tænastur.

Ætlanin við Tænastuportalinum er at hava eina felags inngongd til talgildu Føroyar. Her kunnu almennir stovnar bjóða fram sínar tænastur og samskifti. Tænastuportalurin skal mennast við borgaranum í miðdeplinum. Borgarar skulu uppliva ein portal, ið er lættur at nýta. Tænasturnar og samskifti skal samskipast á ein hátt, ið ger tað lætt at avgreiða egin viðurskifti, og borgarar uppliva størri samanhang og betri tænastu.  

Á Tænastuportalinum fer hvør borgari at hava atgongd til sín persónliga kalendara. Í kalendaranum verður eitt fullfíggjað yvirlit yvir avtalur, freistir og áminningar frá almennum stovnum.

Í 2017 yvirtók Gjaldstovan Mínboks frá Elektron og Posta. Postskipanin verður ein sameindur partur av Tænastuportalinum. Tænastuportalurin fer sostatt at hýsa trygga talgilda postkassanum hjá føroyingum.

Nógv orka verður løgd í, at Tænastuportalurin skal kennast lættur at nýta. Starvsfólk innan user experience eru við at tryggja, at tænasturnar verða skynsamar fyri allar føroyingar. Tænastuportalurin skal verða atkomiligur fyri øll, ið kunna, tíma og vilja, og tí fer hann at liva upp til krøv í WCAG, sum er altjóða standardur innan atgongi. 
Menningin av Tænastuportalinum verður gjørd á menningarpallinum OutSystems (les meira um OutSystems her). Tænastuportalurin verður ætlandi tikin í nýtslu fyrra hálvár 2019.

Tá ið Tænastuportalurin verður settur í verk, er tað í samstarvi við: TAKS, Studni, Akstovuna, Umhvørvsisstovuna, Ílegusavnið og Almannaverkið. Sum frá líður fara fleiri stovnar at leggjast afturat.

Vit samstarva við hesum tænastuveitarum

TAKS, Akstovan, Studni, Almannaverkið, Ílegusavnið og Umhvørvisstovan