Í november 2017 gjørdu P/F Mínboks og Gjaldstovan sáttmála um, at postskipanin Mínboks skuldi gerast partur av Talgildu Føroyum. 

Partur av heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar er, at allir borgarar skulu hava ein talgildan postkassa til trygt samskifti, sum allir tænastuveitarar, almennir og privatir, skulu kunna senda til. Mínboks lýkur krøvini um trygt talgilt samskifti og virkar væl. Allur posturin er bronglaður og knýttur at tínum P-tali, so tú hevur persónliga atgongd.

Í dag brúka bæði almennir, kommunalir og privatir stovnar Mínboks sum samskiftismiðil. Í 2019 sendu 20 stovnar og fyritøkur gott 600.000 brøv til teir knapt 20.000 føroyingarnar, ið hava Mínboks.

Við Mínboks hevur tú altíð atgongd til tín trygga talgilda postkassa. Mínboks kann brúkast allastaðni á teldu, teldlum ella fartelefon. Í dag ritar tú inn í Mínboks við Mínlykil, men í framtíðini verður tað við Samleikanum.

Tá ið tænastuportalurin verður tikin í nýtslu, verður Mínboks partur av talgildu tænastunum. Í hesum sambandi verða snið og funkur í Mínboks dagførdar og gjørdar brúkaravinaligari.