Stigvís íverksetan av Samleikanum og Vanganum í summar

Talgildu Føroyar eru farnar undir stigvísa íverksetan av Samleikanum og Vanganum.

Stigvísa íverksetanin er skipað soleiðis, at gott 100 føroyingar fáa Samleikan í summar og harvið kunnu rita inn á Borgaragluggan, Vinnugluggan, Mínrokning og Vangan, sum er nýggj síða, ið savnar talgildar tænastur hjá stovnum og kommunum á einum stað.

Borgaragluggin, Vinnugluggin og Mínrokning brúka í dag Mínlykil sum innritan. Talgildu Føroyar yvirtóku Mínlykil í 2017, og Samleikin fer at koma í staðin fyri Mínlykil.

Við hesi stigvísu íverksetanini vilja Talgildu Føroyar tryggja, at stovnar og starvsfólk læra nýggju skipanina at kenna, so øll eru til reiðar at veita eina góða heildartænastu í heyst, tá ið Samleikin og Vangin verða klárir hjá øllum føroyingum at brúka.

Hvat er Samleikin?

Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum. Hann kemur í staðin fyri Mínlykil og fer við tíðini eisini at verða nýttur í staðin fyri NemID í føroysku peningastovnunum. Øll í Føroyum, sum eru fylt 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa ein Samleika.

Samleikin fer at virka á app til telefon og teldil. Tá ið appin er innlisin, skalt tú skráseta tín Samleika á henni. Hetta kann gerast beinleiðis við appini. Appin er trygg loysn og lýkur øll altjóða trygdarkrøv. Tey, ið ikki vilja ella kunnu brúka Samleikan sum app, fáa møguleika at brúka hann á geyma.

Hvat er Vangin?

Vangin er nýggj føroysk loysn hjá Talgildu Føroyum, ið savnar talgildar tænastur hjá í fyrsta umfari almennum stovnum og kommunum á einum og sama stað. Hetta fer at gera tað greiðari hjá føroyingum at avgreiða viðurskifti síni á netinum. Vangin er persónligur og gevur atgongd til sjálvgreiðslur og innlit í egnar dátur. Á Vanganum verður eisini atgongd til eina nýggja Mínboks.

Vangin brýtur slóð innan talgilding, tí hóast brúkarin kann avgreiða viðurskifti síni á síðuni, so hava einstøku stovnarnir og kommunurnar ábyrgdina av øllum dátum og málsviðgerðum. Tænasturnar verða einans sýndar á Vanganum, men liggja trygt hjá tænastuveitarunum.

Share