Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum

Við Samleikanum fært tú eina trygga, einfalda og føroyska skipan, sum gevur tær møguleika at brúka ein og sama hátt at rita inn við. Tú brúkar Samleikan, tá ið tú m.a. ritar inn á Vangan.

Samleikin fæst sum app til telefon og teldil.

Tak appina niður til iPhone og iPad á leinkinum niðanfyri

Samleikin í App Store

Tak appina niður til Android á leinkinum niðanfyri

Samleikin í Google Play

Áðrenn tú kanst brúka Samleikan, mást tú skráseta Samleikan. Í vegleiðingini niðanfyri sært tú, hvussu tú skrásetur teg skjótt og lætt í appini.

 

 

Les meira um Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo