Samleikin

Samleikin er ein felags, talgild loysn fyri alt samfelagið.

Samleikin ger tað tryggari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti. Gerandisdagur okkara er vorðin alsamt meira talgildur og tørvurin at kunna eyðmerkja seg talgilt veksur støðugt. Fleiri skipanir eru komnar við onkrum slagi av innritan, tá vit skulu hava ella senda upplýsingar til fyritøkur og stovnar. 

Sum tørvurin at geva upplýsingar sínámillum veksur, veksur eisini tørvurin at senda trúnaðarupplýsingar trygt og einfalt. Tí síggja vit, at alsamt fleiri lond seta í verk landsumfevnandi loysnir at eyðmerkja borgarar, fyritøkur og aðrar løgfrøðiligar myndugleikar.  

Við at seta í verk eina felags, talgilda loysn fyri alt samfelagið, fæst ein einføld skipan. Hetta merkir, at borgarin kann nýta ein og sama hátt til at innrita í skipanirnar.

Fyri samfelagið er tað stórur fyrimunur, av tí at tað skulu ikki stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan er. Tí viðførur ein felagsloysn fyri alt samfelagið munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting.     

Ætlanin er at Samleikin í framtíðini verður brúktur til innritan og eyðmerking á portalum og snarskivum, bæði hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Samleikin lýkur altjoða krøv á bæði tekniska og fyriskipnarliga økinum. Hetta hevur við sær, at hann í framtíðini fer at kunna brúkast uttanlands. Nógvir føroyingar avgreiða javnan persónlig viðurskifti í útheiminum, t.d. sjómenn við útlendskari pensjón og lesandi, ið søkja studning. Hetta fer at gera tað lættari og meira álítandi at fáast við talgild viðurskifti uttanlands.

Far til heimasíðuna hjá Samleikanum

 

Far til Samleikan

Talgildur samleiki

 

Innritan

Ein trygg og einføld innritan, ið almennir og kommunalir stovnar og privata vinnan fara at nýta. Kemur at koma í staðin fyri Mínlykil og við tíðini eisini NemID

 

Eyðmerking

Brúkarin gevur seg til kennar og tænastuveitarin tryggjar sær í, at tað er rætti viðkomandi, ið skal hava atgongd til ávísar tænastur og upplýsingar

 

Undirskrift

Ein løgfrøðiliga bindandi undirskrift á sama støði sum handskrivað undirskrift ella onnur viljaváttan.

 

 

Búmerkið

Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. 

Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.