Samleikin kann brúkast sum app ella geymi

Appin kann brúkast at rita inn á telefon, teldil og teldu. Geymin kann bara brúkast at rita inn á teldu. Samleikin skal nýtast hvørja ferð, tá ritað verður inn á talgildar tænastur. 
Samleikin er ein trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Hetta merkir millum annað, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru:

  1. hava Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina.

  2. skriva loynitalið, ið tú hevur valt

Samleika appir verða nýttar í øðrum Norðurlondum, og hava tær havt við sær, at talið av innritanum er nógv hækkað. Flest øll hava telefonina við hondina og kunnu tí lætt rita inn á talgildar tænastur. 
Tey, ið ikki ynskja at nýta Samleikan sum app fáa møguleika at nýta Samleikan á einum geyma.