
Samleikin
Samleikin er ein felags, talgild innritan og undirskrift fyri alt samfelagið.
Samleikin ger tað tryggari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða talgild viðurskifti. Gerandisdagur okkara er vorðin alsamt meira talgildur og tørvurin at kunna eyðmerkja seg talgilt veksur støðugt. Fleiri skipanir eru við onkrum slagi av innritan, tá vit skulu hava ella senda upplýsingar til fyritøkur og stovnar. Við Samleikanum hava vit eina trygga og tíðarhóskandi atgongd til talgildar tænastur. Samleikin hevur trygd og nýtslusemi í hásæti.
Við at seta í verk eina felags, talgilda loysn fyri alt samfelagið, fæst ein einføld skipan. Hetta merkir, at borgarin kann nýta ein og sama hátt til at rita inn í skipanirnar ymiskum tænastuveitarum.
Fyri tænastuveitarar er tað ein stórur fyrimunur, at tað ikki skulu stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan eru. Tí viðførur ein felagsloysn munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting.
Far til heimasíðuna hjá Samleikanum
Les meira um at knýta í Samleikan
Um tit vilja gerast tænastuveitarar á Samleikanum, skulu tit senda Talgildu Føroyum umsókn. Tað er Samleikastýrið, ið viðgerð umsóknina, og tit fáa boð so skjótt, sum avgerð er tikin.
Umsóknin er í skjalinum niðanfyri og skal sendast til talgildu@talgildu.fo
Umsókn um at knýta í Samleikan
Les meira um lógarkarmarnar
9. mai 2019 samtykti Føroya Løgting lóg um talgildan samleika, sum tryggjar løgfrøðiligu karmarnar. Far til lógina í leinkinum niðanfyri
Lóg um talgildan samleika
Les meira um tvey faktor innritan
Samleikin er ein trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Hetta merkir millum annað, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru:
hava Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina.
skriva loynitalið, ið tú hevur valt
Les meira um app og geyma
Samleikin kann brúkast sum app ella geymi. Samleika appir verða nógv nýttar í øðrum Norðurlondum, og hava tær havt við sær, at talið av innritanum er nógv hækkað. Flest øll hava telefonina við hondina og kunnu tí lætt rita inn á talgildar tænastur.
Um tú ikki hevur snildfon ella teldil kanst tú fáa ein geyma við at venda tær til brúkaratænastuna á Staravegi 9 í Havn á telefon 1881.
Appin kann brúkast at rita inn á telefon, teldil og teldu. Geymin kann bara brúkast at rita inn á teldu.
Appin og geymin liva upp til somu høgu trygdarkrøv, og tú fært somu atgongd við teimum.
Les meira á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Les meira um at brúka Samleikan uttanlands
Samleikin lýkur evropeisk krøv á bæði tekniska og fyriskipnarliga økinum, eIDAS fyriskipanin.
Endamálið við eIDAS er, at evropeiskir talgildir samleikar samsvara við hvønn annan og kunnu brúkast sínámillum.
Hetta hevur við sær, at Samleikin í framtíðini fer at kunna brúkast í Evropa. Nógvir føroyingar avgreiða javnan persónlig viðurskifti í útheiminum, t.d. sjómenn við útlendskari pensjón og lesandi, ið søkja studning.
Somuleiðis skulu evropeiskir samleikar kunna brúkast til talgildar tænastur í Føroyum.
Hetta fer at gera tað lættari og meira álítandi at fáast við talgild viðurskifti uttanlands.
Les meira um hvar Samleikin kann brúkast
Les meira um navn og búmerki
Nógv orka er løgd í navn og búmerki hjá Samleikanum. Dentur er lagdur á, at Samleikin skal verða lættur at kenna aftur, og at hann kann nýtast í øllum sløgum av samskifti.
Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. Hetta er ein týðandi liður í Samleikanum, ið er persónligi lykilin til talgildar tænastur.
Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.
Navnið er valt í eini verkstovutilgongd, har málkøn fólk og aðrir áhugabólkar viðgjørdu fleiri enn 100 navnauppskot.
Les meira um menning og rakstur
Samleikin er mentur av samtakinum Klintra / Føroya Tele.
Elektron stendur fyri at reka Samleikan og veita brúkarahjálp.