Nógv orka er løgd í navn og búmerki hjá Samleikanum. Dentur er lagdur á, at Samleikin skal verða lættur at kenna aftur, og at hann kann nýtast í øllum sløgum av samskifti.

Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. Hetta er ein týðandi liður í Samleikanum, ið verður tín persónligi lykil til talgildar tænastur.
Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.

Navnið er valt í eini verkstovutilgongd, har málkøn fólk og aðrir áhugabólkar viðgjørdu fleiri enn 100 navnauppskot.
Við Samleikanum skapa Talgildu Føroyar eina trygga og tíðarhóskandi atgongd til talgildar tænastur. Loysnin hevur trygd í hásæti og nýtslusemi er raðfest høgt, so loysnin verður einføld og greið at nýta hjá øllum føroyingum.