Kostnaður

Tænastuveitarar rinda fyri at brúka Samleikan sum innritan til talgildar tænastur ella sum undirskrift. Fyri tænastuveitarar er tað ein stórur fyrimunur, at tað ikki skulu stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan eru.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um kostnaðin fyri Samleikan.

Set teg í samband við Talgildu Føroyar, um tú vilt vita meira um, hvussu tú gerst tænastuveitari.

  • Les meira um Kostnaðin fyri Samleikan

    Kostnaðurin fyri at gerast tænastuveitari á Samleikanum er býttur sundir í eitt íbindingargjald og eitt rakstrargjald. Almennir stovnar rinda ikki rakstrargjald fyri Samleikan.

    Íbindingargjald 

    15.000 kr.

    Rakstrargjald 

    Bólkur 1

    Bólkur 2

    Bólkur 3

     

    20.000 kr.

    45.000 kr.

    70.000 kr.

    Íbindingargjald verður bara rindað einaferð. Rakstrargjaldið verður rindað árliga.

     

    Rakstrarkostnaðurin fyri Samleikan er býttur í tríggjar bólkar. Niðanfyri er lýsing av støddarkriterinum.

     

    Umsetningur árliga Starvsfólkatal
    Bólkur 1 undir 10 mió. kr. undir 10
    Bólkur 2 10 til 50 mió. kr. 10 til 50
    Bólkur 3 yvir 50 mió. kr.  yvir 50

     

  • Les meira um kostnaðin fyri talgildu undirskriftina

    Kostnaðurin fyri talgildu undirskriftina er býttur sundur í mánaðargjald og nýtslugjald. Almennir stovnar rinda ikki mánaðargjald.

    Mánaðargjald 2.995 kr.
    Nýtslugjald 4 kr. fyri hvørja undirskrift