At gerast tænastuveitari
Tænastuveitarar eru stovnar, kommunur og virkir, ið brúka Samleikan sum innritan ella talgilda undirskrift.
Við Samleikanum kunnu fólk prógva, hvørji tey eru, so vissa er um, at tey fáa atgongd til rættar upplýsingar og sjálvgreiðslur.
Fyri tænastuveitarar er tað ein stórur fyrimunur, at tað ikki skulu stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan eru. Tí viðførur ein felagsloysn munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting.
Her á síðuni fara vegleiðingar o.a. at liggja, sum vísa, hvussu mannagongdin er, tá ið tú gerst tænastuveitari á Samleikanum.