At gerast tænastuveitari

Tænastuveitarar eru stovnar, kommunur og virkir, ið brúka Samleikan sum innritan ella talgilda undirskrift.

Við Samleikanum kunnu fólk prógva, hvørji tey eru, so vissa er um, at tey fáa atgongd til rættar upplýsingar og sjálvgreiðslur.

Fyri tænastuveitarar er tað ein stórur fyrimunur, at tað ikki skulu stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan eru. Tí viðførur ein felagsloysn munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting. 

Her á síðuni fara vegleiðingar o.a. at liggja, sum vísa, hvussu mannagongdin er, tá ið tú gerst tænastuveitari á Samleikanum.

  • Les meira um at søkja um at gerast tænastuveitari

    Um tit vilja gerast tænastuveitarar á Samleikanum, skulu tit senda Talgildu Føroyum umsókn. Tað er Samleikastýrið, ið viðgerð umsóknina, og tit fáa boð so skjótt, sum avgerð er tikin.

    Umsóknin er í skjalinum niðanfyri og skal sendast til talgildu@talgildu.fo

    Umsókn um at knýta í Samleikan

Share

Far til samleikin.fo