Verð tænastuveitari í Talgildu Føroyum

Talgildu Føroyar veita talgilt undirstøðukervi til føroyska samfelagið. Almennir stovnar, kommunur og fyritøkur kunnu brúka undirstøðukervið til at veita tryggar og skynsamar loysnir til viðskiftafólk síni.

Tey, ið veita tænastur á talgilda undirstøðukervinum, verða nevnd tænastuveitarar. Hetta eru almennir stovnar, kommunur og privatar fyritøkur.

Tað eru nógvir fyrimunir við at gerast tænastuveitari í Talgildu Føroyum. Tit fáa atgongd til tryggar, skynsamar og brúkaravinaligir loysnir,sum gera tað munandi lættari at tæna viðskiftafólkum, og tað verður alsamt lættari hjá teimum at avgreiða síni viðurskifti talgilt.

Setið tykkum í samband við okkum, so vegleiða vit um, hvørjar loysnir eru best hóskandi til tykkara virksemi.

Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo